Heilsuvikan 2023
Í døgunum 1-7 mai verður skipað fyri heilsuviku í Eiðis kommunu. Hetta er ein liður í " ABC fyri sálarheilsu", sum er ein verkætlan hjá fólkaheilusráðnum. Sí skránna her: Sí føltáttaðu skránna her
Í døgunum 1-7 mai verður skipað fyri heilsuviku í Eiðis kommunu. Hetta er ein liður í " ABC fyri sálarheilsu", sum er ein verkætlan hjá fólkaheilusráðnum. Sí skránna her: Sí føltáttaðu skránna her
Í samband við heilsuvikuna verður ein fyrilestur í Kolshøll hóskvøldið 4. mai. Fyrilesturin snýr seg um tað heilsugóða lívið.Fyrilesturhaldari er Sølvá Joensen, persónligur venjari og yrkisbachelor í føðslu og heilsu. Fyrilesturin byrjar klokkan 19:00.
Í samband við tónleikafestivalin Summartónar, vera tríggjar konsertir á Eiði, avíkavist 15. juni, 20. juni og 2. august. Konsertirnar 15. juni og 20. juni vera í Kolshøll, meðan hin triðja verður í Eiðis kirkju. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, sum stendur fyri árliga tónleikafestivalinum. Festivalurin bjóðar alskyns konsertir kring allar Føroyar. Hetta er fyrstu fer, […]
Hóskvøldið 15 juni verður ókeypis konsert við Sigmund Zachariassen í Kolshøll. Ein samanrenning av blús, rokk, og einum glimti av kountri, er nøkunlunda tað sum hoyrist tá Sigmund framførur. Eitt ljóð ið er bæði gamalt og beint nú. Sigmund er eisini kendur úr fleiri ørðum samanhangum. Hann spælir millum annað við í Joe & The […]
Týskvøldið 20. juni klokkan 20:00 verður ókeypis klaverkonsert í Kolshøll við Kristian Blak. Kristian Blak er virkin innan fleiri tónleikasløg eins og fleiri tónleikafeløgum. Hann skrivar tónleik til klassiska tónleikarar og bólkar. Hann ferðast kring heimin sum tónleikari við egnum jazz, fólka og heimstónleikabólkum. Nú kemur hann í Kolshøll at framføra sín tónleik. Týskvøldið 20. […]
Mikukvøldið 2. august klokkan 20:00 verður violinkonsert í Eiðis kirkju við Jón Festirstein. FO Jón er sera dugnaligur violinleikari, sum varð útlærdur á kongaliga danska tónlistaháskúlanum í 2012. Eftir nøkur ár sum fríyrkistónleikari í Danmark flutti Jón heim til Føroya, fyri at starvast sum tónleikalærari og tónleikari. Jón Festirstein spælir við Aldubárini, umframt at hann […]
Týsdagin 3. oktober verður skipa fyri fiskikapping fyri børn á keiini á Eiði. Byrjað verður klokkan 17:00 og fiska verður í áleið ein tíma. Kom og royn teg sum fiskara! Vinningur verður latin til tann, sum fær tyngsta fiskin! Foreldur hava ábyrgd av børnum sínum.
Afturvendandi ABC vikan, ið leggur dent á sálarliga heilsuna hjá føroyingum, fevnir í ár um tvey tiltøk í Eiðis kommunu. Evnið fyri ársins ABC viku er “Nærumhvørvið og eg - saman um sálarliga heilsu”. Fyri Eiðis kommunu hevur tað alstóran týdning, at borgarar okkara trívast. Ein stórur partur av tí at trívast, er at hava […]
Heystfagnaðurin á Eiði fyllir 10 ár! Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera, og tað verður við støði í seyðahaldi, fletting, siðsøgu og landbúnaði, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki. Á skránni verður millum annað at gita livandi vekt á veðrið, hespu kapping, rullu- og kjøtpylsu smakking, sofaprát og verkstaðir til […]
Fríggjakvøldið 27. Oktober verður konsert í Kolshøll við Herborg Torkilsdóttir og Ólavi á Váli v/bólki. Kom og hoyr tey spæla sínar kendu sangir sum hava verið sera nógv at hoyrt seinastu árini. Konsertin byrjar klokkan 20.00. Atgongumerki fáast til keyps her og við dyrnar undan sýning. Kostnaðurin er kr. 200. Um ætlanin er at keypa […]
Kom við til 30-ára veitsluna hjá EB/Streymi, sum verður í Hólmahúsinum á Eiði leygarkvøldið 11. november kl. 18.30. Til veitsluna verður vælkomudrykkur og 3-rætta matskrá. Borðhaldið verður stýrt av Eiriki í Jákupsstovu, meðan Hans Olivur Joensen kemur at leiða felagssangin. Ymiskt undirhald verður á skránni. Eftir borðhaldið verður dansur við Bacon.
Hóskvøldið 16. novembur klokkan 18 til sunnukvøldið 19. novembur klokkan 18 verður Kolshøll á Eiði karmur um nakað av tí, ið mentanarlívið og listafólk við tilknýti til Eiðis, kunnu vísa fram. Ein framsýning er allar dagarnar við málningum og list hjá Sigrun Gunnarsdóttir, Ellindi Egilstrøð og Onnu Sofíu Egilstrøð. Harafturat verður ein installatión, við […]