Loading Events

Skifti 2023: Mistela og hennara íblástur á Eiði

283812941_16ed4200b0_o
13. november
kl. 14:00
Byrjar tann
19. november
kl. 17:00
Endar tann
Ókeypis
Kostnaður

Í viku 46 (13. til 19. november) verður Kolshøll karmur um listarliga tiltakið “Skifti 2023” Fyriskipararnir skrivað:

Tankin aftanfyri tiltakið Skifti er, at gera ein mentanarpall, har listafólk kunnu hittast, arbeiða tvørfagligt, gera nýggjar arbeiðssamansetingar og nýhugsa egnu list og framføra tað tey arbeiða við og soleiðis eisini møta mentanini og fólkinum í bygdini og teimum, ið hava hug at koma til slíkt tiltak.

Narrativi til tiltakið Skifti 2023; “Mistela og hennara íblástur á Eiði”, verður um amerikansku listakvinnuna og rithøvundin Elizabeth Taylor, á Eiði nevnd Mistela, (1856-1932). Hon kom til Føroyar fimm ferðir frá 1895 til 1919 og fleiri ferðir til Eiðis, har hon búði øll árini undir fyrra veraldarbardaga. Hon hevði samvirkanarárin á listafólk sum Niels Kruse, Mikkjal á Ryggi, Jógvan Waagstein og Floru Heilmann. Hon var ein sera hugvekjandi kvinna og hon hevði stóra ávirkan á Eiði og har hon kom í Føroyum.

Ein installatión er karmur um tiltakið og eitt narrativ bindir tiltakið saman í eina eind.

Fyriskiparar av tiltakinum eru Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð.


Her sæst Elizabeth Taylor í báti saman við Oliver Øster. (Ùr Eiðis søgu, síða 69.)