Heystfagnaðurin á Eiði fyllir 10 ár!
Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera, og tað verður við støði í seyðahaldi, fletting, siðsøgu og landbúnaði, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki.
Á skránni verður millum annað at gita livandi vekt á veðrið, hespu kapping, rullu- og kjøtpylsu smakking, sofaprát og verkstaðir til børn og barnsligar sálir, eins og besti flettari verður funnin.
Seyðurin og alt, ið fæst burturúr seyði, verður sett í miðdepilin. Stóri dagurin er leygardagurin, men dagarnar frammanundan og eftir verða eisini onkur tiltøk.
Meira verður at frætta um skránna til tiltakið seinni.
Gleði tykkum!