Prísir

Allir prísir eru í donskum krónum (DKK).

Gjaldshættir

Gjaldast kann við Dankorti (FR-korti), Visa/Dankort, Visa Electron, Maestro, Mastercard og American Express. Goldið verður umvegis gjaldsveg (paygate) hjá QuickPay.

Gjaldskortsupplýsingar verða sendir beinleiðis til Nets. Fyriskiparin sleppur ikki at síggja teir.

Latingartíð

Atgongumerki og ein kvittan verða send við telduposti beinanvegin goldið er.

Iðranarrættur

Vísandi til “Forbrugeraftaleloven §17 stk. 2 saman við §9 stk. 2 nr. 2a” er keyp av atgongumerkjum ikki umfatað av iðranarrætti. Møgulig umsitingargjøld verða ikki endurgoldin.

Endurgjald

Keypt atgongumerki kunnu latast innaftur ímóti fullum endurgjaldi í seinasta lagi 14 dagar eftir keypsdagin, uttan so at tiltakið er útselt. Atgongumerki til tiltøk, sum eru útseld, kunnu ikki latast innaftur. Eftir 14 dagar verður onki endurgjald latið, uttan so at tiltakið verður avlýst. Um atgongumerkið er keypt minni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, ber ikki til at biðja um endurgjald, uttan so at tiltakið verður avlýst. Um eitt tiltak verður avlýst, verður atgongumerkjakostnaðurin endurgoldin.

Avgreiðslugjald

Eitt avgreiðslugjald verður kravt fyri hvørt bílagt atgongumerki.

Avgreiðslugjald verður eisini lagt á allar broytingar so sum at skifta frá einum degi til annan á einum afturvendandi tiltaki. Tað ber ikki til at gera broytingar til tiltøk, sum eru útseld.

Ábyrgd


Verður tiltakið avlýst, verður peningurin fyri atgongumerki fluttur aftur á konto hjá kundanum, men fyrireikarin tekur ikki ábyrgd av øðrum tapi hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, ið er knýtt at avlýsingini. Eru partar av skránni avlýstir, men tiltakið verður, so verða atgongumerkini ikki endurgoldin.

Tørvar tær hjálp?

Set teg í samband við okkum á mk@eidi.fo um tú hevur spurningar um keypstreytirnar.