Týskvøldið 20. juni klokkan 20:00 verður ókeypis klaverkonsert í Kolshøll við Kristian Blak.
Kristian Blak er virkin innan fleiri tónleikasløg eins og fleiri tónleikafeløgum. Hann skrivar tónleik til klassiska tónleikarar og bólkar. Hann ferðast kring heimin sum tónleikari við egnum jazz, fólka og heimstónleikabólkum. Nú kemur hann í Kolshøll at framføra sín tónleik. Týskvøldið 20. juni klokkan 20:00.