Her ber til at melda seg til skeiðið ullarbeiði. Dagfesting og klokkutíð eru vegleiðandi. Nærri kunning fæst við at ringja til læraran á tlf. 233483. Talan er ikki um keyp av einum fysiskum atgongumerki. Heldur er hetta ein skráseting av gjaldi og luttøku.
Vælkomin í heystgildi á Eiði! Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera, og tað verður við støði í seyðahaldi, fletting, siðsøgu og landbúnaði, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki.Á skránni verður millum annað at gita livandi vekt á veðrið, hespu kapping, rullu- og kjøtpylsu smakking, sofaprát og verkstaðir til børn og […]
Heysti er tíðin at heysta, og haraftrat er tað tíðin at seta leyk niður Týsdagin á Heystfagnaðinum fáa tit høvi at fáa góð ráð, vegleiðng og íblástur til at seta niður várblómur og tulipan leykir. Tiltakið í Hólmahúsinum er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding her á síðuni. Skrá: Góð ráð og vegleiðing […]
Leygarkvøldið á Heystfagnaðinum endar altíð við einum rimmar dansið í Hólmahúsinum. Í ár er ætlanin, at vit gera enn meiri pláss fyri, at fleiri kunnu brúka dansigólvið til, at vísa hvat DUGUR ER Í TEIMUM. TÝSKVØLDIÐ kl. 20-21:30 á Heystfagnaðinum verður frálæra í Foxtrot og Rock ´n Roll. Frálæran er ætla ungum sum gomlum; […]