Nýtt kvøldskúlaskeið á Eiði Lær at gera kompost/sankutøð til garðin ella veltuna. Vit møtast eini 4 týskvøld í februar og mars at læra at gera kompost / sankutøð. Hetta er rætta tíðin at fyrireika seg, so klárt er til várið og summarið, tá gróðurin rættiliga kemur fyri seg. Skeiðið kostar 200 krónur. M.a. hesi […]
Leygarkvøldið 14. mars kemur danski bólkurin Phønix til Eiðis við sínum nútímans danska og norðurlendska fólkatónleiki í altjóða sniði. Konsertin byrjar klokkan 19:30 og atgongumerki fáast til keyps her á síðuni fyri 150 krónur. Við dansikendum swingtónum, frálíkum rútmum og einum nútímans ljóðið, blanda tey tær siðbundnu fólkavísurnar og sangirnar við nýskrivaðum instrumentalum stykkjum, ið […]
Árliga listatiltakið SKIFTI 2026 verður á páskum. Tiltakið verður sett skírhósdag klokkan 16:00. Eiðis Ljómfelag spælir. Tiltakið endar 2. páskakvøld 6. apríl klokkan 19:00 við dansifelagnum á Látrinum. Ein framsýningin við leiri og málningum verður allar dagarnar. Nærri kunning um skránna kemur seinni.