Vælkomin í heystgildi á Eiði!
Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera, og tað verður við støði í seyðahaldi, fletting, siðsøgu og landbúnaði, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki.Á skránni verður millum annað at gita livandi vekt á veðrið, hespu kapping, rullu- og kjøtpylsu smakking, sofaprát og verkstaðir til børn og barnsligar sálir, eins og besti flettari verður funnin. Seyðurin og alt, ið fæst burturúr seyði, verður sett í miðdepilin.
Stóri dagurin er leygardagurin, men dagarnar frammanundan og eftir verða eisini onkur tiltøk. Meira verður at frætta um skránna til tiltakið seinni.
Gleði tykkum!