Afturvendandi ABC vikan, ið leggur dent á sálarliga heilsuna hjá føroyingum, fevnir í ár um tvey tiltøk í Eiðis kommunu. Evnið fyri ársins ABC viku er “Nærumhvørvið og eg - saman um sálarliga heilsu”. Fyri Eiðis kommunu hevur tað alstóran týdning, at borgarar okkara trívast. Ein stórur partur av tí at trívast, er at hava […]
Týsdagin 3. oktober verður skipa fyri fiskikapping fyri børn á keiini á Eiði. Byrjað verður klokkan 17:00 og fiska verður í áleið ein tíma. Kom og royn teg sum fiskara! Vinningur verður latin til tann, sum fær tyngsta fiskin! Foreldur hava ábyrgd av børnum sínum.
Heystfagnaðurin á Eiði fyllir 10 ár! Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera, og tað verður við støði í seyðahaldi, fletting, siðsøgu og landbúnaði, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki. Á skránni verður millum annað at gita livandi vekt á veðrið, hespu kapping, rullu- og kjøtpylsu smakking, sofaprát og verkstaðir til […]
Fríggjakvøldið 27. Oktober verður konsert í Kolshøll við Herborg Torkilsdóttir og Ólavi á Váli v/bólki. Kom og hoyr tey spæla sínar kendu sangir sum hava verið sera nógv at hoyrt seinastu árini. Konsertin byrjar klokkan 20.00. Atgongumerki fáast til keyps her og við dyrnar undan sýning. Kostnaðurin er kr. 200. Um ætlanin er at keypa […]