Nýggjársaftan verður skipað fyri nýggjárshaldið í Hólmahúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 00:30. Á skránni verður felagssangur, Jógvan í Skorini ber fram nýggjársrøðu, og eisini verður farið uppá gólv. Dansifelagið á Látrinum skipar Flóvin Bænadiktsson og Sinklars vísu. Kommunan bjóðar suppu, kaffi og kakur. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Týsdagin 10. januar kl 19.00 verður tiltak fyri íverksetar - ella komandi íverksetar - í Kolshøll. Til tiltakið verða áhugaverdar framløgur, drekkamunnur, og møguleiki at fáa eitt prát við onnur við sama áhuga. Eisini verður greitt frá hvussu ein kann koma í gongd við eitt virksemi, fíggingarmøguleikunum og annað ið er hent at vita hjá […]