Nýggjársaftan verður skipað fyri nýggjárshaldið í Hólmahúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 00:30.
Á skránni verður felagssangur, Jógvan í Skorini ber fram nýggjársrøðu, og eisini verður farið uppá gólv. Dansifelagið á Látrinum skipar Flóvin Bænadiktsson og Sinklars vísu.
Kommunan bjóðar suppu, kaffi og kakur. Øll eru hjartaliga vælkomin.