Nýggjarshald

Nýggjársaftan verður skipað fyri nýggjárshaldið í Hólmahúsinum. Tiltakið byrjar klokkan 00:30. Á skránni verður felagssangur, Jógvan í Skorini ber fram nýggjársrøðu, og eisini verður farið uppá gólv. Dansifelagið á Látrinum skipar Flóvin Bænadiktsson og Sinklars vísu. Kommunan bjóðar suppu, kaffi og kakur. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Íverksetarakvøld í Kolshøll

Týsdagin 10. januar kl 19.00 verður tiltak fyri íverksetar - ella komandi íverksetar - í Kolshøll. Til tiltakið verða áhugaverdar framløgur, drekkamunnur, og møguleiki at fáa eitt prát við onnur við sama áhuga. Eisini verður greitt frá hvussu ein kann koma í gongd við eitt virksemi, fíggingarmøguleikunum og annað ið er hent at vita hjá […]

Konsert við Jens Marna og Kim Hansen

Kolshøll

Fríggjakvøldið 17. februar klokkan 20:00 verður konsert við Jens Marna og Kim Hansen í Kolshøll. Jens Marni og Kim Hansen eru tveir av royndastu tónleikarunum í Føroyum, ávikavist kendir úr bólkunum All That Rain og Moirae. Teir hava ríkað føroyska mentanarlívið seinastu mongu árini, og nú gongur leið teirra norður í Kolshøll at spæla. Atgongumerki […]

kr.150

Konsert við Norðljómi og Eiðis ljómfelag

Mikudagin 22. mars verður felags konsert við Norðljómi og Eiðis ljómfelag í Kolshøll. Konsertin er ókeypis. Norðljómur skrivar: Í samband við at skúlaorkestrið hjá Norðljómi fer námsferð til Íslands, hevur orkestrið saman við Eiðis ljómfelag konsert mikudagin 22. marts kl. 18.30 í Kolshøll á Eiði. Á skrá verður lívligur tónleikur frá seksti og sjeyti árinum. […]

Kunnandi fyrilestur um rúsevnismisnýtslu millum ung

Mikukvøldið 19. apríl kl. 18.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Eiðis kommunu fyri kunnandi fyrilestri, har evnið er rúsevninsmisnýtsla og ung. Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv […]

Flaggdagshald

Flaggdagshald verður við Hólman á Eiði týsdagin 25. apríl kl.17 Magna Eliana Mørkøre flytur fram røðu. Eiðis Ljómfelag og Norðljómur spæla. Skrúðgongan fer úr Múlavík kl.16.45. Aftaná verður kaffi og tombola í hólmahúsinum. Tað er Eiðis bóltfelag sum skipar fyri haldinum. Øll eru hartaliga vælkomin.

Heilsuvikan 2023

Í døgunum 1-7 mai verður skipað fyri heilsuviku í Eiðis kommunu. Hetta er ein liður í " ABC fyri sálarheilsu", sum er ein verkætlan hjá fólkaheilusráðnum. Sí skránna her: Sí føltáttaðu skránna her

Heilsuvikan: Fyrilestur um eitt heilsugott lív

Í samband við heilsuvikuna verður ein fyrilestur í Kolshøll hóskvøldið 4. mai. Fyrilesturin snýr seg um tað heilsugóða lívið.Fyrilesturhaldari er Sølvá Joensen, persónligur venjari og yrkisbachelor í føðslu og heilsu. Fyrilesturin byrjar klokkan 19:00.

Summartónar á Eiði

Í samband við tónleikafestivalin Summartónar, vera tríggjar konsertir á Eiði, avíkavist 15. juni, 20. juni og 2. august. Konsertirnar 15. juni og 20. juni vera í Kolshøll, meðan hin triðja verður í Eiðis kirkju. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, sum stendur fyri árliga tónleikafestivalinum. Festivalurin bjóðar alskyns konsertir kring allar Føroyar. Hetta er fyrstu fer, […]

Summartónar: Konsert við Sigmund Zachariassen

Hóskvøldið 15 juni verður ókeypis konsert við Sigmund Zachariassen í Kolshøll. Ein samanrenning av blús, rokk, og einum glimti av kountri, er nøkunlunda tað sum hoyrist tá Sigmund framførur. Eitt ljóð ið er bæði gamalt og beint nú. Sigmund er eisini kendur úr fleiri ørðum samanhangum. Hann spælir millum annað við í Joe & The […]

Summartónar: Konsert við Kristian Blak

Týskvøldið 20. juni klokkan 20:00 verður ókeypis klaverkonsert í Kolshøll við Kristian Blak. Kristian Blak er virkin innan fleiri tónleikasløg eins og fleiri tónleikafeløgum. Hann skrivar tónleik til klassiska tónleikarar og bólkar. Hann ferðast kring heimin sum tónleikari við egnum jazz, fólka og heimstónleikabólkum. Nú kemur hann í Kolshøll at framføra sín tónleik. Týskvøldið 20. […]

Summartónar: Konsert við Jón Festirstein

Mikukvøldið 2. august klokkan 20:00 verður violinkonsert í Eiðis kirkju við Jón Festirstein. FO Jón er sera dugnaligur violinleikari, sum varð útlærdur á kongaliga danska tónlistaháskúlanum í 2012. Eftir nøkur ár sum fríyrkistónleikari í Danmark flutti Jón heim til Føroya, fyri at starvast sum tónleikalærari og tónleikari. Jón Festirstein spælir við Aldubárini, umframt at hann […]