Kunnandi fyrilestur um rúsevnismisnýtslu millum ung

Mikukvøldið 19. apríl kl. 18.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Eiðis kommunu fyri kunnandi fyrilestri, har evnið er rúsevninsmisnýtsla og ung. Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu og geva foreldrum, avvarðandi, starvsfólkum og umsorganarpersónum amboð til at hjálpa ungum, sum eru blivin bundin at rúsevnum. Eisini verður hugleitt um, hví so nógv […]

Flaggdagshald

Flaggdagshald verður við Hólman á Eiði týsdagin 25. apríl kl.17 Magna Eliana Mørkøre flytur fram røðu. Eiðis Ljómfelag og Norðljómur spæla. Skrúðgongan fer úr Múlavík kl.16.45. Aftaná verður kaffi og tombola í hólmahúsinum. Tað er Eiðis bóltfelag sum skipar fyri haldinum. Øll eru hartaliga vælkomin.

Heilsuvikan 2023

Í døgunum 1-7 mai verður skipað fyri heilsuviku í Eiðis kommunu. Hetta er ein liður í " ABC fyri sálarheilsu", sum er ein verkætlan hjá fólkaheilusráðnum. Sí skránna her: Sí føltáttaðu skránna her

Heilsuvikan: Fyrilestur um eitt heilsugott lív

Í samband við heilsuvikuna verður ein fyrilestur í Kolshøll hóskvøldið 4. mai. Fyrilesturin snýr seg um tað heilsugóða lívið.Fyrilesturhaldari er Sølvá Joensen, persónligur venjari og yrkisbachelor í føðslu og heilsu. Fyrilesturin byrjar klokkan 19:00.

Summartónar á Eiði

Í samband við tónleikafestivalin Summartónar, vera tríggjar konsertir á Eiði, avíkavist 15. juni, 20. juni og 2. august. Konsertirnar 15. juni og 20. juni vera í Kolshøll, meðan hin triðja verður í Eiðis kirkju. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld, sum stendur fyri árliga tónleikafestivalinum. Festivalurin bjóðar alskyns konsertir kring allar Føroyar. Hetta er fyrstu fer, […]

Summartónar: Konsert við Sigmund Zachariassen

Hóskvøldið 15 juni verður ókeypis konsert við Sigmund Zachariassen í Kolshøll. Ein samanrenning av blús, rokk, og einum glimti av kountri, er nøkunlunda tað sum hoyrist tá Sigmund framførur. Eitt ljóð ið er bæði gamalt og beint nú. Sigmund er eisini kendur úr fleiri ørðum samanhangum. Hann spælir millum annað við í Joe & The […]

Summartónar: Konsert við Kristian Blak

Týskvøldið 20. juni klokkan 20:00 verður ókeypis klaverkonsert í Kolshøll við Kristian Blak. Kristian Blak er virkin innan fleiri tónleikasløg eins og fleiri tónleikafeløgum. Hann skrivar tónleik til klassiska tónleikarar og bólkar. Hann ferðast kring heimin sum tónleikari við egnum jazz, fólka og heimstónleikabólkum. Nú kemur hann í Kolshøll at framføra sín tónleik. Týskvøldið 20. […]

Summartónar: Konsert við Jón Festirstein

Mikukvøldið 2. august klokkan 20:00 verður violinkonsert í Eiðis kirkju við Jón Festirstein. FO Jón er sera dugnaligur violinleikari, sum varð útlærdur á kongaliga danska tónlistaháskúlanum í 2012. Eftir nøkur ár sum fríyrkistónleikari í Danmark flutti Jón heim til Føroya, fyri at starvast sum tónleikalærari og tónleikari. Jón Festirstein spælir við Aldubárini, umframt at hann […]

ABC fyri sálarheilsu: Fiskikapping fyri børn

Týsdagin 3. oktober verður skipa fyri fiskikapping fyri børn á keiini á Eiði.  Byrjað verður klokkan 17:00 og fiska verður í áleið ein tíma. Kom og royn teg sum fiskara! Vinningur verður latin til tann, sum fær tyngsta fiskin! Foreldur hava ábyrgd av børnum sínum.

ABC vikan á Eiði

Afturvendandi ABC vikan, ið leggur dent á sálarliga heilsuna hjá føroyingum, fevnir í ár um tvey tiltøk í Eiðis kommunu. Evnið fyri ársins ABC viku er “Nærumhvørvið og eg - saman um sálarliga heilsu”. Fyri Eiðis kommunu hevur tað alstóran týdning, at borgarar okkara trívast. Ein stórur partur av tí at trívast, er at hava […]

Heystfagnaður 2023

Heystfagnaðurin á Eiði fyllir 10 ár! Á skránni verður mangt, ið hevur við heystið at gera, og tað verður við støði í seyðahaldi, fletting, siðsøgu og landbúnaði, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki. Á skránni verður millum annað at gita livandi vekt á veðrið, hespu kapping, rullu- og kjøtpylsu smakking, sofaprát og verkstaðir til […]

Konsert við Herborg Torkilsdóttir og Ólavi á Váli v/bólki

Fríggjakvøldið 27. Oktober verður konsert í Kolshøll við Herborg Torkilsdóttir og Ólavi á Váli v/bólki. Kom og hoyr tey spæla sínar kendu sangir sum hava verið sera nógv at hoyrt seinastu árini. Konsertin byrjar klokkan 20.00. Atgongumerki fáast til keyps her og við dyrnar undan sýning. Kostnaðurin er kr. 200. Um ætlanin er at keypa […]

kr.200