Kierkegaard í Kolshøll

Týskvøldið 9. apríl klokkan 20.00 heldur Jákup Bogi Joensen, journalistur og filosoffur, fyrilestur undir heitinum: Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanin av hansara heimspeki. Fyrilesturin fer afturum nøkur av teimum mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran. […]

Heilsuvikan 2024

Í viku 19 verður skipa fyri heilsuviku í Eiðis kommunu. Nærri kunning kemur seinni.

Ruddingardagur

Týsdagin 7. mai skipar Eiðis kommuna fyri árliga ruddingardegnum. Vit vilja sum kommuna verða við til, at byrta upp undir hjá hvørjum borgara at gera sítt til, at halda kommunu reina og ruddiliga. Nærri kunning um tiltakið kemur seinni.

Heilsuvika: Ruddingardagur 2024

Árligi ruddingardagurin í Eiðis kommunu er í ár settur at vera týsdagin 7. mai. Dagurin byrjar í Hólmanum við fisk og kips til øll, ið taka lut í ruddingini. Vit møta kl. 17.00. Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17.45 til uml. Kl. 20.00. Dagurin endar uml. kl. 19.45. Øll, […]

Heilsuvika: Dart í EB húsinum fyri øll

Sum liður í heilsuvikuni skipar Eiðis dartfelag fyri dart í EB húsinum 7. mai klokkan 19:30. Um hugur er at kasta nakrar pílar eftir at ruddingardagurin er av, eru øll vælkomin í EB húsið at royna seg.

Heilsuvika: Play-off hondbóltur í Kolshøll: Føroyar-Norðurmakedónia

Mikukvøldið 8. mai klokkan 19:00 og sunnukvøldið 12. mai klokkan 18:00 spælir føroyska A-landsliðið í hondbólti play-off dystir til HM ímóti Norðurmakedónia. Komið og stuðli hondbóltshetjum okkara á teirra leið til HM 2025. Tiltakið er alment og ókeypis.

Heilsuvika: Steypadystur við Margáir

Kristihimmalsferðardag klokkan 16:00 verður steypadystur við Margáir, har EB/Streymur tekur ímóti Havnar Bóltfelag í dystiunm um at vinna sær pláss í hálvfinaluni. GG: Tiltakið stendur sum verandi ókeypis her á síðuni. Atgongumerki fáast við Margáir undan dystinum á kr. 100. 

Summartónar: Ha-Ha oyggin í Kolshøll

Sum partur av Summartónum 2024, verður skipa fyri ókeypis barnakonsert í Kolshøll, leygardagin 1. juni klokkan 15:00. Kom og hoyr um Hamstaran og Háruna, sum fara eina ferð út á Ha-ha oynna. Um útgávuna verður skrivað soleiðis: Abbi, kanst tú fortelja eina søgu? Soleiðis byrjar søgan um Hamstaran og Haruna, sum gerast vinir og fara […]

Summartónar: Konsert í Eiðis kirkju við Salong Trio

Solveig, Ragnar og Dávur. Saman rópa tey seg Salong Trio. Tey lósu øll saman á kongaliga tónlistaháskúla Danmarkar, og teirra vinarband er við til, at tey kennast sera væl, bæði í persónligum og tónleikaligum høpi. Kom og hoyr tey spæla verk eftir m.a. A. Pizzolla, A.K. Petersen, K. Blak, og Paula Hansen í Eiðis kirkju. […]

Økistónar fara av bakkastokki

1. oktobur fer nýggja stuðulsskipanin fyri konsertfyriskiparar, Økistónar, av bakkastokki og tískil bjóða Tónleikasamband Føroya og Eiðis kommuna inn til eitt tiltak í Kolshøll, Týsdag 18.Juni kl.19.30, har greitt verður frá hvussu Økistónar er skrúvað saman, hvør kann nýta grunnin, hvussu søkt verður, osfr. Tiltakið er ætlað øllum, miðlum, teimum sum eru áhuga í at […]