Sum partur av Summartónum 2024, verður skipa fyri ókeypis barnakonsert í Kolshøll, leygardagin 1. juni klokkan 15:00. Kom og hoyr um Hamstaran og Háruna, sum fara eina ferð út á Ha-ha oynna. Um útgávuna verður skrivað soleiðis:
Abbi, kanst tú fortelja eina søgu? Soleiðis byrjar søgan um Hamstaran og Haruna, sum gerast vinir og fara eina ferð til eina oyggj, tey kalla Ha-Ha oynna.
Á veg út á oynna hitta tey Bævurin, Súluna, Einar Einabúgva, Giraffin og Íkornan, og tey koma heimaftur á einum flúgvandi teppi.
Vit kunnu gleða okkum til eina spennandi framførslu við sangi, tónleiki og frásøgu. Tey, sum framføra, eru: Jákup Veyhe, Katrina Olsen, Rán Blak Øster, Anny Blak, Benjamin Petersen, Kristian Blak, Ari Johannesen, Mikael Blak, Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Sharon Weiss, Angelika Hansen og Daniel Rye.
Kristian Blak hevur skrivað søguna saman við abbadóttrini Rán. Millum tey, ið hava skapað útgávuna saman við Kristiani, eru abbabørnini, Jákup Veyhe, Anny Blak, Katrina Olsen, Benjamin Petersen, Sharon Weiss, Mikael Blak, Ari Johannesen, Theodor Kapnas og fleiri onnur.
Sangir á útgávuni: 1. Hamstarin 2. Gongulag 3. Kornini 4. Vatntaxabævus 5. Giraffur og íkorni 6. Sólin er eitt lítið hús 7. Einar Einabúgvi 8. Smáttan 9. Vestan fyri Mykines 10. Flúgvandi teppið 11. Vinalag 12. Hamstarin II.
Tekningar: Alexandra I. Blak, Sharon I. Blak, Rán Blak Øster, Anny Blak, Kristian Blak & Uni Árting.
Søgan og 12 sangir eru nú innspæld, og vikuskiftið 17.-18. februar kemur tónleikasøgan út sum LP. Søgan kann tó longu at hoyrast talgilt á Spotify og øðrum tænastum á netinum: lurta her
Kristian Blak hevur gjørt tónleikasøgur fyri – og saman við – børnum í meir enn hálvthundrað ár. Í 2023 bleiv tónleikasøgan Nósi (frá 1983) framførd. Ætlanin var bert at framføra eina ferð, í januar – men har komu áheitanir at framføra fleiri ferðir alt árið 2023.