Týskvøldið 9. apríl klokkan 20.00 heldur Jákup Bogi Joensen, journalistur og filosoffur, fyrilestur undir heitinum: Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanin av hansara heimspeki.
Fyrilesturin fer afturum nøkur av teimum mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran.
Jákup Bogi Joensen hevur skrivað serritgerð á Aalborg Universiteti um heimspekina hjá Søren Kierkegaard og hugtakið úrvóning, ella “fortvivlelse”.
Eftir fyrilesturin verður høvið at seta spurningar.