Konsert við Jens Marna og Kim Hansen

Kolshøll

Fríggjakvøldið 17. februar klokkan 20:00 verður konsert við Jens Marna og Kim Hansen í Kolshøll. Jens Marni og Kim Hansen eru tveir av royndastu tónleikarunum í Føroyum, ávikavist kendir úr […]

kr.150

Konsert við Norðljómi og Eiðis ljómfelag

Mikudagin 22. mars verður felags konsert við Norðljómi og Eiðis ljómfelag í Kolshøll. Konsertin er ókeypis. Norðljómur skrivar: Í samband við at skúlaorkestrið hjá Norðljómi fer námsferð til Íslands, hevur […]

Kunnandi fyrilestur um rúsevnismisnýtslu millum ung

Mikukvøldið 19. apríl kl. 18.00 skipar viðgerðarstovnurin Frælsi, í samstarvi við Eiðis kommunu fyri kunnandi fyrilestri, har evnið er rúsevninsmisnýtsla og ung. Endamálið við fyrilestrinum er at upplýsa um rúsevnismisnýtslu […]

Flaggdagshald

Flaggdagshald verður við Hólman á Eiði týsdagin 25. apríl kl.17 Magna Eliana Mørkøre flytur fram røðu. Eiðis Ljómfelag og Norðljómur spæla. Skrúðgongan fer úr Múlavík kl.16.45. Aftaná verður kaffi og […]

Heilsuvikan 2023

Í døgunum 1-7 mai verður skipað fyri heilsuviku í Eiðis kommunu. Hetta er ein liður í " ABC fyri sálarheilsu", sum er ein verkætlan hjá fólkaheilusráðnum. Sí skránna her: Sí […]

Heilsuvikan: Fyrilestur um eitt heilsugott lív

Í samband við heilsuvikuna verður ein fyrilestur í Kolshøll hóskvøldið 4. mai. Fyrilesturin snýr seg um tað heilsugóða lívið.Fyrilesturhaldari er Sølvá Joensen, persónligur venjari og yrkisbachelor í føðslu og heilsu. […]

Summartónar á Eiði

Í samband við tónleikafestivalin Summartónar, vera tríggjar konsertir á Eiði, avíkavist 15. juni, 20. juni og 2. august. Konsertirnar 15. juni og 20. juni vera í Kolshøll, meðan hin triðja […]

Summartónar: Konsert við Sigmund Zachariassen

Hóskvøldið 15 juni verður ókeypis konsert við Sigmund Zachariassen í Kolshøll. Ein samanrenning av blús, rokk, og einum glimti av kountri, er nøkunlunda tað sum hoyrist tá Sigmund framførur. Eitt […]

Summartónar: Konsert við Kristian Blak

Týskvøldið 20. juni klokkan 20:00 verður ókeypis klaverkonsert í Kolshøll við Kristian Blak. Kristian Blak er virkin innan fleiri tónleikasløg eins og fleiri tónleikafeløgum. Hann skrivar tónleik til klassiska tónleikarar […]

Summartónar: Konsert við Jón Festirstein

Mikukvøldið 2. august klokkan 20:00 verður violinkonsert í Eiðis kirkju við Jón Festirstein. FO Jón er sera dugnaligur violinleikari, sum varð útlærdur á kongaliga danska tónlistaháskúlanum í 2012. Eftir nøkur […]

ABC fyri sálarheilsu: Fiskikapping fyri børn

Týsdagin 3. oktober verður skipa fyri fiskikapping fyri børn á keiini á Eiði.  Byrjað verður klokkan 17:00 og fiska verður í áleið ein tíma. Kom og royn teg sum fiskara! […]

ABC vikan á Eiði

Afturvendandi ABC vikan, ið leggur dent á sálarliga heilsuna hjá føroyingum, fevnir í ár um tvey tiltøk í Eiðis kommunu. Evnið fyri ársins ABC viku er “Nærumhvørvið og eg - […]