Her ber til at melda seg til skeiðið ullarbeiði. Dagfesting og klokkutíð eru vegleiðandi. Nærri kunning fæst við at ringja til læraran á tlf. 233483. Talan er ikki um keyp av einum fysiskum atgongumerki. Heldur er hetta ein skráseting av gjaldi og luttøku.
Skil atferðina hjá barni tínum og fá ein gerandisdag við færri ósemjum. Framløgan er á donskum. Leygardagin 9.november klokkan 15.00-17.00 i Hólmahúsinum. Undir framløguni verða tit við í venjingum, hugleiðngum og viðkomandi heilasteðgum (Brain-breaks). Sagt om framløguna: “Tina veitti íblástur, var fangandi og vísti góða, jaliga orku.” Foreldur i Åbyhøj - Aarhus. “Avbera góð!! Sera […]
Ársveitslan hjá EB/Streymi verður í Eydnuni leygarkvøldið 9. november klokkan 18.30. Á skránni verða 3 rætta matskrá, felagssangur, tónleikur og undirhald, uppboðssøla og dansur við Bacon. Atgongumerki fáast fyri 375 krónur (Dansurin íroknaður). Limir felagsins kunnu keypa atgongumerki fyri 300 krónur.
Leygardagin 16. november klokkan 16:00 verður konsert við Marjun og Ferminningunum í Kolshøll. Í bólkinum er eiðiskvinnan Marjun Wolles og tónleikararnir Bjartur Leo Niclasson, Benjamin Leo Niclasson og Mortan Johannesen. Teir eru ferminningar og tað er har navnið “Marjun og Ferminningarnir” kemur frá. Tey koma at framføra eina bukett av føroyskum og útlendskum […]