Konsert við Marjun Wolles í Kolshøll

NB: Av tí at atgongumerki ikki vera seld her á síðuni, stendur tiltakið sum verandi ókeypis. Atgongumerkini kosta 150 krónur og fáast við dyrnar og á leinkjuni niðanfyri.  Leygarkvøldið 18. november kl.20.00 framføra Marjun Wolles og Hans Olivur Joensen sangir av fløguni "Stjørnuløtur, kærleikin gloymir ei" og aðrar vælkendar føroyskar sangir í Kolshøll á Eiði. Atgongumerki […]

Jólatræið verður tendrað

Sunnudagin 3. december klokkan 17:00 verður Jólatræið í Eiðis kommunu tendrað á Vaglinum. Jonhard Jógvansson, prestur, sigur frá søgu og Eiðis ljómfelag spælir. Jólamenn koma við pakkum til børnini. Aftaná bjóðar Eiðis kommuna bollar og kakao.

Jólakonsert í Kolshøll Týsdagin 12. Desember

Norðljómur skrivar: Tónlistaskúlin Norðljómur hevur Jólakonsert. Luttakandi eru 2 nýggj skúlaorkestur við blásararum og trummuslátti. Hitt orkestrið luttaka Klaver, guitar og trummir. Á konsertini spæla eisini einstaklingar á onnur ljóðføri. Øll eru vælkomin at lurta. Konsertin byrjar klokkan 17:00

Kierkegaard í Kolshøll

Týskvøldið 9. apríl klokkan 20.00 heldur Jákup Bogi Joensen, journalistur og filosoffur, fyrilestur undir heitinum: Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanin av hansara heimspeki. Fyrilesturin fer afturum nøkur av teimum mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran. […]

Heilsuvikan 2024

Í viku 19 verður skipa fyri heilsuviku í Eiðis kommunu. Nærri kunning kemur seinni.

Ruddingardagur

Týsdagin 7. mai skipar Eiðis kommuna fyri árliga ruddingardegnum. Vit vilja sum kommuna verða við til, at byrta upp undir hjá hvørjum borgara at gera sítt til, at halda kommunu reina og ruddiliga. Nærri kunning um tiltakið kemur seinni.

Heilsuvika: Ruddingardagur 2024

Árligi ruddingardagurin í Eiðis kommunu er í ár settur at vera týsdagin 7. mai. Dagurin byrjar í Hólmanum við fisk og kips til øll, ið taka lut í ruddingini. Vit møta kl. 17.00. Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17.45 til uml. Kl. 20.00. Dagurin endar uml. kl. 19.45. Øll, […]

Heilsuvika: Dart í EB húsinum fyri øll

Sum liður í heilsuvikuni skipar Eiðis dartfelag fyri dart í EB húsinum 7. mai klokkan 19:30. Um hugur er at kasta nakrar pílar eftir at ruddingardagurin er av, eru øll vælkomin í EB húsið at royna seg.

Heilsuvika: Play-off hondbóltur í Kolshøll: Føroyar-Norðurmakedónia

Mikukvøldið 8. mai klokkan 19:00 og sunnukvøldið 12. mai klokkan 18:00 spælir føroyska A-landsliðið í hondbólti play-off dystir til HM ímóti Norðurmakedónia. Komið og stuðli hondbóltshetjum okkara á teirra leið til HM 2025. Tiltakið er alment og ókeypis.

Heilsuvika: Steypadystur við Margáir

Kristihimmalsferðardag klokkan 16:00 verður steypadystur við Margáir, har EB/Streymur tekur ímóti Havnar Bóltfelag í dystiunm um at vinna sær pláss í hálvfinaluni. GG: Tiltakið stendur sum verandi ókeypis her á síðuni. Atgongumerki fáast við Margáir undan dystinum á kr. 100.