Eiðis kommuna bjóðar vinnuni í kommununi til ein vinnudag 30. august kl. 12:00 – 15:00.
Vinnudagurin verður hildin í Hólmahúsinum.
Evni verður:
TÝDNINGURIN AV
MARKNAÐARFØRING OG SAMSKIFTI
Umboð frá Kodio fer at greiða frá í týdninginum av marknaðarføring og samskifti, sum fevnir um bæði innanhýsis samskifti og samskifti við verandi og møguligar kundar.
Luttakarar fáa møguleika at samanbera effektivitetin av marknaðarføring á sosialum miðlum í mun til føroyskar portalar, og at kenna seg við altjóða rák innan marknaðarføring.
Eisini verður arbeitt við praktiskum uppgávum og dømum, sum geva luttakarum førleikan at styrkja sítt samskifti og marknaðarføring í veruligum høpi.
Innleggið er ætlað til fyritøkur og marknaðarførarar, ið ynskja at menna sína førleikar innan hesi øki.
Fyritøkur og vinnurekandi í Eiðis kommunu eru vælkomin at luttaka, við tilmelding her á síðuni.
Freistin fyri tilmelding er 28. august klokkan 14:00. Í mesta lagi tríggir luttakarar per fyritøku.