Tálg – frá siðbundnum ráevni til matgerð og húðrøkt 🐑🤎
Tálg hevur altíð verið nýtt, men seinastu árini hava nógv av okkum gloymt, hvussu fjølbroytt og hent hetta ráevnið í veruleikanum er.
Á hesum skeiðnum fara vit at læra um tálg frá seyði og neyti – hvat tálg er, hvussu hon verður smeltað, reinsað og goymd, og hvussu hon kann nýtast bæði í matgerð, húðrøkt og til onnur endamál í heiminum.
Skeiðið verður ein blanding av fyrilestri/framløgu og verkstovu. Eg fari at vísa ymisk stig í tilgongdini, og luttakararnir sleppa sjálvir at royna seg og gera sína egnu tálgavøru at taka heim við.
Endamálið er, at tú fert heim við bæði praktiskari vitan, íblástri og førleikanum at fara undir at nýta tálg sjálv/ur. 🌿
Skeiðið tekur uml. 3 tímar tilsamans.

