Eiðis kommuna verður vertur fyri áhugaverdum tiltaki, har bókin Tær góvu lív, um kvinnur, sum doyðu í barsilssong, verður løgd fram. Tiltakið verður í Kolshøll, mikukvøldið 19. juni klokkan 20:00.
Rigmor Restorf Dam, søgufrøðingur, hevur skrivað bókina, og fer at greiða frá verkætlanini og evninum. Eisini signerar hon bókina, sum fæst fyri serprís á 300 kr. Drekkamunnur verður at fáa.
Øll eru vælkomin. Ókeypis atgongd.