Spółdzielnia Muzyczna er eitt av virknastu samtíðar orkestrunum í Pólandi.
Tónleikararnir hava framført á nøkrum av mest virdu tiltøkunum kring heimin; nevnast kunnu MaerzMusik í Berlin, Internationale Ferienkurse für Neue Musik í Darmstadt, AFEKT í Estland og Warsaw Autumn.
Á Summartónum 2026 fer ljómliðið at framføra eina skrá, ið er tilognað kvinnuligum komponistum innan samtíðar tónlist og fer at innihalda nýggj verk frá føroyskum og pólskum skøldum, ið samantvinna elektroaukustiskan tónleik og multimedia, ið varpar ljós á umhvørvisligar hugsjónir.
Verkætlanin er samskipað við stuðuli frá Adam Mickiewicz Institute. Konsertin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.
Luttak
0 Going
105 remaining
RSVP Here

