Konsert við Elin Brimheim Heinesen í Kolshøll 7 juli klokkan 16:00.
ELIN BRIMHEIM HEINESEN er kend sum tónaskald og sangari síðani 1970’ini. Hon er solistur, men hevur spælt saman við fleiri øðrum. Samstarvið við Kára Jacobsen man vera tað best kenda.
Tónleikur hennara er væl umtóktur, og sangir hjá henni verða roknaðir sum klassikarar í Føroyum. Elin hevur tríggjar dugnaligar tónleikarar við sær á Summartónum – Eyðun Mohr Hansen á gittara, Edvard Nyholm Debess á bass og Rógva á Rógvi á trummum.