Guðrið Hansdóttir:
Guðrið Hansdóttir (sang, gittar), Høgni Lisberg (trummur), Vinjar Egilsnes Petersen (tangentar), Árni Jóhannesson (bass)
Við sínum fangandi fólkapoppi skapar Guðrið Hansdóttir eitt univers, har hon tekur áhoyraran inn í eina ferð við søgum um m.a mjørkan, sjómannin, kærleikan og lívsins tvístøður.
Guðrið hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum tey seinastu 20 árini og hevur spælt á festivalum sum SXSW, Spot Festival, Iceland Airways, By:larm og Nurnberg Pop.
Útgávan ”Gult myrkur” varð kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA 2023. Nýggjasta útgáva hennara “Sýrublað” varð útgivin 10. apríl 2026.

