Skifti 2027 verður aftur á páskum komandi ár, frá 25. til 29. mars 2027, og verður tað 5. ferð, at Skifti er í Kolshøll.
Setanin verður skírhósdag 25. mars kl. 16:00 við Eiðis Ljómfelag. Føroyskur dansur verður annað páskakvøld, mánadagin 29. mars kl. 19:00, við Dansifelagnum á Látrinum.
Eiðis Fornminnisfelag hevur framsýning við eldri myndum allar dagarnar, eins og aðrar framsýningar við leiri, málningum v.m.
