Einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Riu Tórgarð
“Í Føroyum livdi úti í Skúvoy ein kona, sum æt Sára Malena Guttormsdóttir. Hon sigst verða tann seinasta gandakellingin í Føroyum…”
Sára Malena í Heimaragarði í Skúvoy varð fødd í 1832 og doyði í 1903. Hon var einabarn. Longu sum barn hevði hon ringt orð á sær. Hini børnini vildu ikki hava hana við í spælið, tey vaksnu øtaðust um, hvussu hon tíggjaði sær og foreldur hennara høvdu helst viljað sloppið sær av við hana. Men hon var gløgg, dugdi at lesa langt áðrenn hon fór í skúla og røsk til alt arbeiði, inni sum úti. Seinni fóru søgur at ganga um hana, at hon skuldi duga gand og at biða ilt yvir onnur. Tað segist, at hon var atvoldin til fleiri vanlukkur og at hon í fleiri førum hevndi seg afturfyri eyðmýking og happing.
“Frásagnirnar um heksina úr Skúgvi vórðu fortaldar við undran um alt landið”, skrivar Eyðun Andreassen, fólkalívsfrøðingur í grein síni um Sáru Malenu í tíðarritinum Brá (1984).
Vælkomin til okkara tulking av søguni um Sáru Malenu.
Hugskot og konsept: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Teatur Grugg
Leikrit: Kellingarnar báðar, Gunnvá og Ria hava skrivað og skapað einrøðuleikin við íblástri úr keldum frá Eyðun Andreassen, Kristian O.Viderø Saga Skúvoyar, Skúvoyarsøgu eftir Petur Andreassen og skaldsøguni Sára Malena -seinasta gandakelling í Føroyum eftir Sólruna Michelsen, umframt øðrum keldum og úr egnum hugaheimi.
Leikurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum, Tórshavnar Kommunu, Mentanargrunni Landsins og Listaflog 2024.
Myndatøka @gaui H Pic
www.Tvazz.fo

