Loading Events

Skifti – Lívssøgur úr føroysku náttúruni

Billede1
17. november
Byrjar tann
20. november
Endar tann
Ókeypis
Kostnaður

Skifti – Lívssøgur úr føroysku náttúruni

Frá 17. til 20. november 2022 verður Kolshøll karmur um eina longri ferð við yrkingum, tónleiki, sangi, leiri, málningum, hugleiðingum og ein installatión skal binda øll tiltøkini saman í eina eind. Tiltakið er sprotti úr Performance Art Installatión hugtakinum, við heitinum Skifti – Lívssøgur úr føroysku náttúruni.  Tiltakið byrjar hósdagin 17. november og er tað Hans Jacob Kollslíð, ið byrjar við einari heilt feskari yrking; Skapanarsøga stjørnukikarans. So er ferðin byrjað og síðani fer Hans Jacob Kollslíð á eina ferð ígjøgnum fleiri av yrkingum sínum, sum; Villingarsjónin, Aftur til jørðina, Tokan, Silvurlín, Reyn, Góðvarin mynd, Longsul, Ongin er orsøk v.m., Hesar tekstirnar kenna vit aftur frá Marius, sum hevur gjørt løg til tekstirnar hjá Hans Jacob og Marius við bólki fer at framføra sangirnar leygarkvøldið 19. November kl 20 í Kolshøll.Atgongumerkir kunnu keypast her.

Ellindur Egilstrøð hevur málað málningar til tiltakið og hava teir  allir heiti úr tekstunum hjá Hans Jacob Kollslíð. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð fer at syngja nakrar sangir, ið abbi hennara Óli Egilstrøð hevur gjørt yrkingar til og sjálvsagt framføra nakað av sínum egna tilfari. Eiðis ljómfelag fer at spæla. Eisini luttekur Marjun Wolles, ið júst hevur verið í Amerika og tikið fløgu upp og Fróði Bjarnason, ið vit kenna frá fløguni Something New og eitt nú FMA. Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð gera sjálva installatiónina og Anna Sofía hevur evnað lutir úr leiri, ið bæði kveikja og jarðfesta sansingarnar vit hava á hesi ferðini á tiltakinum. Málningarnir, ið Ellindur sýnir fram eru náttúrumyndir, men tó ikki nakað ávíst og geva okkum sjálvum høvi at fara á okkara egnu ferð handan reyn og handan mjørkan, júst sum í tekstunum hjá Hans Jacob Kollslíð. Leygardagin 19. november fer Birgir Kruse at hugleiða um estitikk á Eiði við heitinum ”Minnið skal grógva í lendinum” og gevur okkum eitthvørt at reflektera yvir. Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Rógvi Egilstoft fer at seta tiltakið. Sjálvt um nógv er á skránni hesar dagarnar frá 17 til 20 november í Kolshøll verður tað eisini góðar stundir at fara sína egnu ferð í einsemi við leirinum, málningunum og installatiónini og sita í egnum tonkum, steðga á eina løtu, undrast, veðra spyrjandi og reflektera yvir upplivilsið. Flestu av tiltøkunum eru ókeypis og er tað Mentamálaráðið, Eiðis kommuna, Smyril Line o.f. ið stuðla tiltakinum.