Loading Events

(ÚTSELT) Nú?! – Sokallað stand-up skemt við Jákup Dahl í Kolshøll

Stand up perma
24. jan.
Byrjar tann
20:00 - 21:00
Tíðspunkt
Ókeypis
Kostnaður

*GG*: Tiltakið stendir sum verandi ókeypis, tí atgongumerkjasølan fer fram á aðrari síðu. Atgongumerki fáast til keyps her. 

Jákup Dahl royndi seg fyri nøkrum árum síðani við einrøðuleikinum “Verjurøða Holubúgvans”. Leikurin snúði seg serliga um, hví menn og kvinnur eru so ymisk.

Nú hevur Jákup skrivað egið tilfar til eina sokallaða stand-up sýning, sum hann fer at ferðast kring Føroyar við.

Í ein góðan tíma fer Jákup at speireka um støður úr egnum lívi og eisini um alt tað løgna, sum hendir, tá føroyingar hittast.