Loading Events

Kvøldskúli: Kompost/sankutøð til garðin ella veltuna

Compost
24. februar
kl. 19:00
Byrjar tann
17. mars
kl. 21:00
Endar tann
200 kr.
Kostnaður
Keyp nú
Nýtt kvøldskúlaskeið á Eiði
 
Lær at gera kompost/sankutøð til garðin ella veltuna. 

Vit møtast eini 4 týskvøld í februar og mars at læra at gera kompost / sankutøð. Hetta er rætta tíðin at fyrireika seg, so klárt er til várið og summarið, tá gróðurin rættiliga kemur fyri seg. Skeiðið kostar 200 krónur.

M.a. hesi evni verða viðgjørd:
  • Hvat er kompost / sankutøð?
  • Hvussu gera vit gott kompost?
  • Hvat kann koyrast í kompost?
  • Ymsir mátar at gera kompost
  • Hvussu brúka vit kompost í garðinum?
  • Hvat ger kompost /við moldina?
  • Og kanska okkurt afturat, sum tekur seg upp í undirvísingini
      Nær: Týskvøld kl. 19 – 21 í seinnu helvt av februar og fyrru helvt av mars – kann tillagast eftir avtalu við luttakararnar
      Hvar: Eiðis skúli

      Undirvísari: Óli Wolles, tlf. 74 20 31

Skeiðið kostar 200 krónur. Dagfestingarnar eru vegleiðandi í fyrstu syftu. Nærri boð frá lærara.

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Keyp skeið
kr. 200
Unlimited