Loading Events

Konsert við Elinborg í Kolshøll

Design uden navn (5)
19. feb.
Byrjar tann
20:00
Tíðspunkt
150 kr.
Kostnaður
Keyp nú

Seinasta árið hevur Elinborg veruliga gjørt vart við seg á tónleikapallinum. Í fjør gav hon út sína fyrstu heildarútgávu, ‘Í Ævir’, sum varð sera væl móttikin og setti ferð á eitt hendingaríkt ár við
konsertferðum í Evropa, framførslum á fleiri festivalum og eini ferð til Mexico.

Á Faroese Music Awards 2026 fekk Elinborg heiðurin sum Ársins tónaskald, ein viðurkenning fyri

hennara arbeiði og serstaka íkast til føroyska tónleikalívið.

Nú bjóðar Elinborg áskoðarunum inn til nakrar serligar og inniligar konsertir, har tónleikurin verður tikin heilt niður í kjarnuna.

Saman við Biritu Dam, Kristinu á Váli og Ólavi Gaard hevur hon endurtulkað løgini úr ‘Í Ævir’ og latið teimum nýtt lív í einum einfaldari og meira akustiskum hami, saman við strúkarum og guitar.

Hugskotið er at koma tættari upprunanum og spæla løgini, soleiðis sum tey ljóðaðu, tá tey vórðu skapt.

Í hesum nýggja sniði fær tónleikurin meira rúm at anda, og samspælið millum Elinborg og teir dugnaligu tónleikararnar gevur løgunum nýggjar litir og dýpd.

Hetta verða konsertir, har fokus er á sjálvan tónleikin, løgini og frásøguna, ein innilig og nærverandi

útgáva av ‘Í Ævir’, har Elinborg fer heilt inn í kjarnuna av sínum egna tónleikaheimi.

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your basket. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Atgongumerki
kr. 150
104 available