Loading Events

Konsert við Elin Brimheim Heinesen í Kolshøll

ElinBrimheimHeinesen_Summarfestivalurin2018_c_copy
16. jan.
Byrjar tann
19:00 - 20:30
Tíðspunkt
150 kr.
Kostnaður
Keyp nú

Elin Brimheim Heinesen hevur verið ein partur av føroyska tónleikalívinum síðan 1970’ini sum sangari, sangskrivari og tónaskald.

Hon er kanska best kend sum onnur helvtin av NALJA, sum í 1988 gav út eina røð av sangum, ið síðani eru vorðnir føroyskir klassikarar. Millum kendastu løgini eru „Sjeikurin“, „Á, tann deiliga Havn“ og „Eitt dýpi av dýrari tíð“.

Elin hevur gjøgnum árini arbeitt við nógvum ymiskum tónleikasløgum – frá fólkatónleiki, jazzi og poppi til stórslignan symfoniskan tónleik. Í 2018 kom fyrsta soloútgávan við hennara egnu sangum, Handan stjørnurnar, og í 2023 gav hon út Eitt dýpi av dýrari tíð, har hon hevur sett tónleik til yrkingar eftir pápa sín, Jens Paula Heinesen.

Nú kemur Elin Brimheim Heinesen í Kolshøll við sangum úr einum drúgvum og fjølbroyttum tónleikalívi.

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your basket. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Atgongumerki
kr. 150
105 available