Tann 10. juli skipar Kajakk.fo fyri kajakktúrum á Eiði.
Hendan dagin verða 3 túrar á 1 tíma hvør gjørdir. Túrarnir tú kanst velja ímillum eru hesir:
- 16:30
- 18:00
- 19:30
Møtistað: vit finna staðið eftir veðrinum, á Møluni, íbátahylinum á Eiði, ella møguliga í bátahylinum við Ljósá.
Pláss er fyri 14 luttakarum á hvørjum túri, tilmelding er neyðug.
Tilmelding fer fram við at velja ein av túrunum á forsíðuni. Kostnaður er 100 kr per persón. (Børn og vaksin) Vinarliga viðmerk aldurin á barninum um eitt barn verður melda til.
Børn undir 14 ár bert saman við royndum vaksnum bátarógvara ella kajakkrógvara. Børn sum melda til mugu sjálvi hava vátdrakt. Kajakk.fo veitir svimjivest til børn og vaksin umframt turrdrakt til vaksin.