Jólaaftansdag klokkan 11:00 – áðrenn jólafriðurin veruliga hevur lagt seg og jólatræ, jólamatur og jólagávur verða á skránni – verður skipað fyri jólatúri á Eiði.
Tiltakið verður skipað soleiðis, at øll byrja við Hólmahúsið, fyri síðan at ganga ella renna niðan móti Eiðisskarði í 20 minuttir, áðrenn vent verður oman aftur móti bygdini og endað aftur við Hólmahúsið. Aftaná bjóðar kommunan kaffi, sunkist og karamellur. Lutakast verður millum luttakararnar um eitt gávukort frá Inn á Eiði á 500 kr. Tilmelding fer fram á staðnum, beint áðrenn
klokkan 11:00, og luttøkan er sjálvandi uttan nakran kostnað. Vónandi síggjast vit til eitt frískligt og hugnaligt tiltak á Eiði jólaaftansdag. Um veðrið forðar fyri túrinum niðan í móti Eiðisskarði, verður runnið runt vatnið.