Loading Events

Fyrilestur við Niclasi Hera Jákupssyni

62003352_10219643499094932_6250613699988422656_n
1. des.
Byrjar tann
18:00 - 19:30
Tíðspunkt
Ókeypis
Kostnaður

Klaksvíkingurin Niclas Heri Jákupsson, millum annað kendur frá tónleikabólkinum Dynamitt, og maðurin handan hugskotið til Heystfagnaðin, hevur fyrilestur í Kolshøll, hóskvøldið 1. december. klokkan 18:00.  Fyrileysturin hevur heitið ” Virðiligt samskifti, hóast ymiskleika”. Stutt um fyrilesturin:

Ein jaligur og til tíðir stuttligur fyrilestur, um samskifti millum pør, foreldur og børn og millum starvsfelagar.
Fyrilesturin kemur inn á hvussu umráðandi tað er at hava virðiligt samskifti, hóast vit eru sera ymisk.

Um týdningin at duga at lurta og spyrja inn til tankar og kenslur hjá hvørjum øðrum. Tað er jú við samskiftinum, at vit vísa øðrum áhuga – og tað er við at lurta og spyrja, at vit betri kunnu skilja og virða tey vit samskifta við.

Avbjóðingarnar í dag við at samskifta eru rættliga nógvar: Vit eru troytt, móð og strongd – og hava tí sjálvdan yvirskot at spyrja og lurta. Vit hava eisini nokk í okkum sjálvi – og hvørki vilja ella seta orku av til samskifti – umframt hetta, so eru vit eisini rættliga ymisk.

Ein jaligur og til tíðir stuttligur fyrilestur – sum tann vaksna familjan hevur gott av at hoyra. Fyrilesturin er ókeypis.