Leygarkvøldið 22. mars klokkan 20:00 verður Kolshøll karmur um írskan fólkatónleik, tá írski Andy Irvine, saman við svenska bólkinum Quilty, kemur til Eiðis við sínum lætta og lívliga tónleiki. Sámal Ravnsfjall hitar upp.
Andy Irvine telist millum fremstu fólkatónleikarar í Ìrlandi. Hann hevur verið virkin síðan 1962 og var við til at stovna bólkar sum m.a. Planxty og Sweeny’s Men. Hansara nýskapandi sangskriving og tulkingar av siðbundnum írskum sangum, hevur veitt íblástur til fleiri ættarlið av fólkatónleikarum í Írlandi og kring heimin.
Svenski bólkurin Quilty er sera kendur fyri sínar tulkingar av írskum fólkatónleiki, og verður sæddur sum fremsti bólkurin í norðanlondum innan írskan fólkatónleik. Bólkurin varð stovnsettur í 1993 og hava teir havt eitt ótal av konsertum í Svøríki, Týsklandi og Noreg. Eisini hava teir í fleiri umførum samstarva við ymisk kór og symfoni orkestur.
Quilty hava sligið seg saman við Andy Irvine, fyri stovna eittt írskt-svenskt samstarv, har teir spæla írskan tónleik í hágóðsku, kryddraður við siðbundnum svenskum tónleiki.
Konsertin verður skipað í samstarv við Fólkatónleikafelagið og er ein av konsertunum til Várfolk festivalin í 2025. Ókeypis atgongd.