Leygarkvøldið 14. mars kemur danski bólkurin Phønix til Eiðis við sínum nútímans danska og norðurlendska fólkatónleiki í altjóða sniði. Konsertin byrjar klokkan 19:30 og atgongumerki fáast til keyps her á síðuni fyri 150 krónur.
Við dansikendum swingtónum, frálíkum rútmum og einum nútímans ljóðið, blanda tey tær siðbundnu fólkavísurnar og sangirnar við nýskrivaðum instrumentalum stykkjum, ið alt hevur uppruna í norðurlendsku tónleikamentanini.
Lívligu og inniligu framførslur teirra eru fagnaðar og vælumtøktar millum áskoðararnar bæði til størstu fólkatónleika festivalar heimsins, eins og tey mest intimu spælistøðini.
Eitt ummæli úr týska miðlinum Emder Zeitung er soljóðandi: Donsk turbo-góðska úr Champions League hjá skandinaviskum fólkatónleikabólkum… Phønix vísir, hvussu fólkatónleikur eigur at vera… ein toppbólkur, sum hugtekur øll við sínum útsetingum, skemti og karisma!.
Bólkurin hevur framført á m.a. Tønder Festival – Musikhuset Århus – TV2-Go’MorgenDK – Tivoli CPH – Korrö Festvial (S) – Chicago World Festival (US) – Harbourfront Center Toronto (CAN) Folkest (I) – Helsinki Music Centre (FIN) – Wiener Konzerthaus (A) – Penghao Theater Beijing.
Konsertin er í tveimum hálvum á 45 minuttir. Kaffi verður í steðginum

