Loading Events

Summartónar: Ókeypis konsert við Norðan

Design uden navn (4)
12. sept.
Byrjar tann
16:00 - 17:00
Tíðspunkt
Ókeypis
Kostnaður

NORÐAN – Norður Atlantiskar Ljóðmyndir

Angelika Hansen (fiól), Thomas Loefke (harpa og myndir)

 

Føroyski fiólleikarin Angelika Hansen og Thomas Loefke, sum er búsitandi í Berlin og spælir keltiska harpu, umframt at vera myndamaður, hava eitt áhugavert samstarv. Tey sameina teirra egnu stykkir, ið byggja á keltiskan og norðurlendskan tónleik, við fólkatónleiki úr Føroyum og Írlandi. Ein hugtakandi norðuratlantisk ferð við fiol, keltiskari harpu, og myndtøku.

 

Tvær fløgur – “Norðan“ og “Norðan2“ – eru komnar út á Tutl.