Loading Events

Summartónar: Guðrið Hansdóttir

GH
14. jun.
Byrjar tann
16:00 - 17:30
Tíðspunkt
150 kr.
Kostnaður
Keyp nú

Guðrið Hansdóttir:

Guðrið Hansdóttir (sang, gittar), Høgni Lisberg (trummur), Vinjar Egilsnes Petersen (tangentar), Árni Jóhannesson (bass)

 

Við sínum fangandi fólkapoppi skapar Guðrið Hansdóttir eitt univers, har hon tekur áhoyraran inn í eina ferð við søgum um m.a mjørkan, sjómannin, kærleikan og lívsins tvístøður.

 

Guðrið hevur verið virkin á føroyska og altjóða tónleikapallinum tey seinastu 20 árini og hevur spælt á festivalum sum SXSW, Spot Festival, Iceland Airways, By:larm og Nurnberg Pop.

 

Hennara seinasta útgáva ”Gult myrkur” varð kosin ársins útgáva og ársins tekstur á FMA 2023 og í løtuni arbeiðir Guðrið við nýggjari heildarútgávu, sum kemur út í apríl 2026.

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Atgongumerki
kr. 150
105 available