Loading Events

Útgávukonsert við Magna Christiansen í Kolshøll

Magni screenshot
23. mar.
Byrjar tann
19:00 - 20:00
Tíðspunkt
100 kr.
Kostnaður
Keyp nú

Stór Country útgávukonsert við Magna Christiansen v/bólki verður í Kolshøll, leygarkvøldið 23. mars klokkan 19:00. Magni Christiansen er kendur sum country- og gospelsangari, og hann dugir framúr væl at framføra á palli. Hann hevur gjøgnum árini givið nógvan tónleik út, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir kring landið.

Magni hevur givið út nýggja útgávu við 16 klassiskum countrysangum, sum eru innspældir í Írlandi. Fløgan eitur “I’m Just me” og á útgávuni eru nýggjar útsetingar av sangum sum “Detroit City”, “Me and Bobby McGee”, “Mama Tried”, “Footloose” og “Railroad Bum”. Útgávan verður tøk beint eftir konsertina, og tá fáast eisini nýggjar t-troyggjur hjá Magna.

Kostnaður fyri konsertina er 100 krónur. Atgongumerki fáast til keyps her á síðuni, ella við dyrnar undan sýning. Hav reiðan pening við.

Tickets

The numbers below include tickets for this event already in your cart. Clicking "Get Tickets" will allow you to edit any existing attendee information as well as change ticket quantities.
Vaksin
Keyp atgongumerki til konsertina her. Børn undir 18 ókeypis atgongd.
kr. 100
80 available