BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Eiðistiltøk - ECPv6.18.0//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-ORIGINAL-URL:https://www.eidistiltok.fo
X-WR-CALDESC:Events for Eiðistiltøk
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20230101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240601T150000
DTEND;TZID=UTC:20240601T170000
DTSTAMP:20240521T111258Z
CREATED:20240404T114152Z
LAST-MODIFIED:20240521T111258Z
UID:1634-1717254000-1717261200@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Summartónar: Ha-Ha oyggin í Kolshøll
DESCRIPTION:Sum partur av Summartónum 2024\, verður skipa fyri ókeypis barnakonsert í Kolshøll\, leygardagin 1. juni klokkan 15:00. Kom og hoyr um Hamstaran og Háruna\, sum fara eina ferð út á Ha-ha oynna. Um útgávuna verður skrivað soleiðis: \nAbbi\, kanst tú fortelja eina søgu? Soleiðis byrjar søgan um Hamstaran og Haruna\, sum gerast vinir og fara eina ferð til eina oyggj\, tey kalla Ha-Ha oynna. \nÁ veg út á oynna hitta tey Bævurin\, Súluna\, Einar Einabúgva\, Giraffin og Íkornan\, og tey koma heimaftur á einum flúgvandi teppi. \nVit kunnu gleða okkum til eina spennandi framførslu við sangi\, tónleiki og frásøgu. Tey\, sum framføra\, eru: Jákup Veyhe\, Katrina Olsen\, Rán Blak Øster\, Anny Blak\, Benjamin Petersen\, Kristian Blak\, Ari Johannesen\, Mikael Blak\, Per Ingvaldur Højgaard Petersen\, Sharon Weiss\, Angelika Hansen og Daniel Rye. \nKristian Blak hevur skrivað søguna saman við abbadóttrini Rán. Millum tey\, ið hava skapað útgávuna saman við Kristiani\, eru abbabørnini\, Jákup Veyhe\, Anny Blak\, Katrina Olsen\, Benjamin Petersen\, Sharon Weiss\, Mikael Blak\, Ari Johannesen\, Theodor Kapnas og fleiri onnur. \nSangir á útgávuni: 1. Hamstarin  2. Gongulag  3. Kornini  4. Vatntaxabævus  5. Giraffur og íkorni  6. Sólin er eitt lítið hús  7. Einar Einabúgvi  8. Smáttan  9. Vestan fyri Mykines  10. Flúgvandi teppið  11. Vinalag 12. Hamstarin II. \nTekningar: Alexandra I. Blak\, Sharon I. Blak\, Rán Blak Øster\, Anny Blak\, Kristian Blak & Uni Árting. \nSøgan og 12 sangir eru nú innspæld\, og vikuskiftið 17.-18. februar kemur tónleikasøgan út sum LP. Søgan kann tó longu at hoyrast talgilt á Spotify og øðrum tænastum á netinum: lurta her \nKristian Blak hevur gjørt tónleikasøgur fyri – og saman við – børnum í meir enn hálvthundrað ár. Í 2023 bleiv tónleikasøgan Nósi (frá 1983) framførd. Ætlanin var bert at framføra eina ferð\, í januar – men har komu áheitanir at framføra fleiri ferðir alt árið 2023.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/summartonar-ha-ha-oyggin-i-kolsholl/
CATEGORIES:Summartónar
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/04/Design-uden-navn-3.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240616T150000
DTEND;TZID=UTC:20240616T160000
DTSTAMP:20240404T121148Z
CREATED:20240404T120551Z
LAST-MODIFIED:20240404T121148Z
UID:1725-1718550000-1718553600@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Summartónar: Konsert í Eiðis kirkju við Salong Trio
DESCRIPTION:Solveig\, Ragnar og Dávur. Saman rópa tey seg Salong Trio. Tey lósu øll saman á kongaliga tónlistaháskúla Danmarkar\, og teirra vinarband er við til\, at tey kennast sera væl\, bæði í persónligum og tónleikaligum høpi. \nKom og hoyr tey spæla verk eftir m.a. A. Pizzolla\, A.K. Petersen\, K. Blak\, og Paula Hansen í Eiðis kirkju. \nSalong Trio telir limirnar: Solveig Kaae Festirstein (floyta)\, Ragnar Festirstein Andreasen (Violin) og Dávur Birgisson.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/summartonar-konsert-i-eidis-kirkju-vid-salong-trio/
CATEGORIES:Summartónar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/04/Salong-Trio.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240618T193000
DTEND;TZID=UTC:20240618T210000
DTSTAMP:20240612T123851Z
CREATED:20240612T123345Z
LAST-MODIFIED:20240612T123851Z
UID:1792-1718739000-1718744400@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Økistónar fara av bakkastokki
DESCRIPTION:1. oktobur fer nýggja stuðulsskipanin fyri konsertfyriskiparar\, Økistónar\, av bakkastokki og tískil bjóða Tónleikasamband Føroya og Eiðis kommuna inn til eitt tiltak í Kolshøll\, Týsdag 18.Juni kl.19.30\, har greitt verður frá hvussu Økistónar er skrúvað saman\, hvør kann nýta grunnin\, hvussu søkt verður\, osfr. \n\nTiltakið er ætlað øllum\, miðlum\, teimum sum eru áhuga í at skipa fyri konsertum og fólki annars\, sum eru áhuga í tónleiki og mentan kring alt landið. \n\nEisini verður fyrsta Økistónar konsertin framførd við Guðrið Hansdóttir og bólki. \nKolshøll bjóðar drekkamunn í pausuni. \n\nØkistónar – ein skipan\, sum tónleikarar og tónleikaáhugað fara at merkja \n  \nSkipanin eggjar fyriskiparum til økt konsertvirksemi kring alt landið innan øll tónleikasløg. Skipanin tryggjar somuleiðis minstuløn til tónleikarar. \nSíðan Tónleikasamband Føroya varð sett á stovn fyri stívliga tveimum árum síðani\, hava tey arbeitt við at menna skipanina Økistónar. Hetta er gjørt í samstarvi við fólk í tónleikavinnuni\, kommunurnar og landsmyndugleikan. Í oktober í ár fer skipanin so loksins av bakkastokki. \n\nØkt virksemi\, størri trivnaður  \n\nTónleikasamband Føroya væntar\, at Økistónar grundleggjandi fer at broyta tónleikaumhvørvið til tað betra. Grundtankin við skipanini er at geva konsertfyriskiparum betri fíggjarligar fyritreytir at virka undir\, og soleiðis skapa støðugt konsertvirksemi; árið runt\, landið runt.  \nEin stór avbjóðing við livetónleiki í Føroyum er reglusemi. Við øktum virksemi kunnu konsertfyriskiparar hava konsertir regluliga. Náttúrliga skapar hetta avleitt virksemi og fer uttan iva at geva rúmd fyri øktum trivnaði. \nVið øðrum orðum gevur Økistónar føroyskum tónleiki eginleikan at virka økismennandi og samansjóðandi. \nÍ verandi støðu himprast konsertfyriskiparar ofta at bóka konsertir\, sum tey halda eru spennandi\, tí tey ivast í\, um tey megna kostnaðin. Við Økistónum fáa konsertfyriskiparar høvi at taka á seg størri vága\, tá tey bóka nøvn til teirra spælistøð\, tí skipanin tryggjar\, at tónleikarar fáa altíð eina minstuløn. \n\nTónleikasamband Føroya metir sostatt\, at Økistónar eggjar til menning á mongum mótum. Her verður eitt nú hugsað um uppbygingartilgongd\, har miðað verður eftir at skapa eina konsertmentan og eitt reglusemi\, har borgarar í ymsu kommunum kunnu rokna við leveringstrygd og dygd\, og har konsertfyriskiparar orka at halda á\, og tónleikarum er tryggjað ið hvussu er eina minstuløn. \n\nTryggjar løn\, fleiri konsertir og fjølbroytni \n\nØkistónar tryggjar tónleikarum eina minstuløn\, tí stuðulin verður ítøkiliga latin konsertfyriskiparum sum løn til tónleikarar.  Tað verða konsertfyriskiparar\, ið søkja um stuðul til konsertir\, og stuðulin verður latin at rinda sum minstaløn til framførandi tónleikarar; 2.000 krónur fyri hvønn tónleikara\, tó í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvørt tiltak.  \nSkipanin skal somuleiðis gera tað møguligt hjá tónleikarum at ferðast innanlands við teirra tónleiki\, og soleiðis lættari at virka sum skapandi tónleikari her á landi.\nØkistónar fer tann vegin at tryggja fleiri almennar framførslur. \nVið øktum virksemi verður eisini størri rúmd fyri fjølbroytni og einum hægri støði á øllum liðum í føðiketuni.\nVónin er at skapa grundarlag fyri smølum sjangrum\, samstundis sum tann meira siðbundni fólksligi tónleikurin somuleiðis fær eitt tryggari grundarlag at mennast á. \n\nØkismenna og byggja land \n\nTalan er um eina fevnandi skipan. Skipanin íroknar øll øki\, eisini har fólkagrundarlagið ikki er so stórt. Økistónar tekur heldur ikki dagar ímillum\, hvat slag av tónleiki\, talan er um. Høvuðsfyritreytin fyri stuðuli er virkishugur og ítøkiligar ætlanir. \nVið Økistónum metir Tónleikasamband Føroya\, at vit byggja vit land – menturnarliga\, handilsliga og eisini á sosial politiska mótinum. \nHyggja vit at norðanlondum eru skipaninar ymiskar\, men felags fyri øll er\, at tey hava eina slíka skipan\, og hava havt í áratíggju. Tey hava nevnuliga viðurkent\, at skal tónleikurin støðast\, er alneyðugt\, at hann eisini kann virka í høpum\, sum ikki er burturav kommersielt grundað. \nYvirskipað endamál \n\nTónleikasamband Føroya ynskir\, at Økistónar skal fremja hesum endamálum:  \n– tryggja støðugt og økismennandi virksemi og trivna. Sostatt konsertir árið runt\, landið runt  \n– betra um umstøðurnar hjá teimum\, ið málrættað arbeiða við tónleiki í Føroyum\, og tryggja teimum ein pall \n–  betra um møguleikarnar at virka innan smalar tónleikastílar  \n–  stuðla undir margfeldni í føroyska tónleikalívinum \n– eggja til regluligt virksemi og trivnað úti um landið. Fremja nýskapan og íverksetan\, sum er rótfest í tí lokala \n\nSáttmálabundin skipan \n\nAllar Økistóna konsertir skulu vera sáttmálabundnar fyri at tryggja gjøgnumskygni og tryggja\, at pengarnir fara til tey framførandi.  \nSum nevnt verða fyrstu økistóna konsertirnar í oktober í ár\, takka verið góðum samstarvi við Kommunufelagið\, kommunur\, landspolitisku myndugleikarnar og fakfólk við royndum innan júst hetta økið\, her heima\, og í londunum kring okkum. \nFlestu kommunur í landinum eru partur av skipanini\, og kunnu sostatt vænta økt tónleikavirksemi longu til heystar.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/okistonar-fara-av-bakkastokki/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/06/okistonar.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240619T200000
DTEND;TZID=UTC:20240619T210000
DTSTAMP:20240613T105444Z
CREATED:20240613T092449Z
LAST-MODIFIED:20240613T105444Z
UID:1785-1718827200-1718830800@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:"Tær góvu lív" Bókaframløga og fyrilestur
DESCRIPTION:Eiðis kommuna verður vertur fyri áhugaverdum tiltaki\, har bókin Tær góvu lív\, um kvinnur\, sum doyðu í barsilssong\, verður løgd fram. Tiltakið verður í Kolshøll\, mikukvøldið 19. juni klokkan 20:00. \nRigmor Restorf Dam\, søgufrøðingur\, hevur skrivað bókina\, og fer at greiða frá verkætlanini og evninum. Eisini signerar hon bókina\, sum fæst fyri serprís á 300 kr. Drekkamunnur verður at fáa. \nØll eru vælkomin. Ókeypis atgongd.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/taer-govu-liv-bokaframloga-og-fyrilestur/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/06/Rigmor-perma.jpg
END:VEVENT
END:VCALENDAR