BEGIN:VCALENDAR
VERSION:2.0
PRODID:-//Eiðistiltøk - ECPv6.18.0//NONSGML v1.0//EN
CALSCALE:GREGORIAN
METHOD:PUBLISH
X-WR-CALNAME:Eiðistiltøk
X-ORIGINAL-URL:https://www.eidistiltok.fo
X-WR-CALDESC:Events for Eiðistiltøk
REFRESH-INTERVAL;VALUE=DURATION:PT1H
X-Robots-Tag:noindex
X-PUBLISHED-TTL:PT1H
BEGIN:VTIMEZONE
TZID:UTC
BEGIN:STANDARD
TZOFFSETFROM:+0000
TZOFFSETTO:+0000
TZNAME:UTC
DTSTART:20220101T000000
END:STANDARD
END:VTIMEZONE
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240710T180000
DTEND;TZID=UTC:20240710T190000
DTSTAMP:20240703T095259Z
CREATED:20240703T092436Z
LAST-MODIFIED:20240703T095259Z
UID:1838-1720634400-1720638000@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Kajakktúrur 10. juli klokkan 18:00
DESCRIPTION:Tann 10. juli skipar Kajakk.fo fyri kajakktúrum á Eiði. \nHendan dagin verða 3 túrar á 1 tíma hvør gjørdir. Túrarnir tú kanst velja ímillum eru hesir: \n\n 16:30\n 18:00\n 19:30\n\nMøtistað: vit finna staðið eftir veðrinum\, á Møluni\, íbátahylinum á Eiði\, ella møguliga í bátahylinum við Ljósá. \nPláss er fyri 14 luttakarum á hvørjum túri\, tilmelding er neyðug. \nTilmelding fer fram við at velja ein av túrunum á forsíðuni. Kostnaður er 100 kr per persón. (Børn og vaksin) Vinarliga viðmerk aldurin á barninum um eitt barn verður melda til. \nBørn undir 14 ár bert saman við royndum vaksnum bátarógvara ella kajakkrógvara. Børn sum melda til mugu sjálvi hava vátdrakt. Kajakk.fo veitir svimjivest til børn og vaksin umframt turrdrakt til vaksin.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/10-07-24-kajakktururin-klokkan-1800/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/07/Kajakk-perma.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240710T163000
DTEND;TZID=UTC:20240710T193000
DTSTAMP:20240703T094458Z
CREATED:20240703T092307Z
LAST-MODIFIED:20240703T094458Z
UID:1824-1720629000-1720639800@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Kom við á kajakktúr 10. juli
DESCRIPTION:Tann 10. juli skipar Kajakk.fo fyri kajakktúrum á Eiði. \nHendan dagin verða 3 túrar á 1 tíma hvør gjørdir. Túrarnir tú kanst velja ímillum eru hesir: \n\n 16:30\n 18:00\n 19:30\n\nMøtistað: vit finna staðið eftir veðrinum\, á Møluni\, íbátahylinum á Eiði\, ella møguliga í bátahylinum við Ljósá. \nPláss er fyri 14 luttakarum á hvørjum túri\, tilmelding er neyðug. \nTilmelding fer fram við at velja ein av túrunum á forsíðuni. Kostnaður er 100 kr per persón. (Børn og vaksin) Vinarliga viðmerk aldurin á barninum um eitt barn verður melda til. \nBørn undir 14 ár bert saman við royndum vaksnum bátarógvara ella kajakkrógvara. Børn sum melda til mugu sjálvi hava vátdrakt. Kajakk.fo veitir svimjivest til børn og vaksin umframt turrdrakt til vaksin.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/kom-vid-a-kajakktur-10-juli/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/07/Kajakk-perma.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240710T163000
DTEND;TZID=UTC:20240710T173000
DTSTAMP:20240703T094150Z
CREATED:20240703T092417Z
LAST-MODIFIED:20240703T094150Z
UID:1833-1720629000-1720632600@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Kajakktúrur 10. juli klokkan 16:30
DESCRIPTION:Tann 10. juli skipar Kajakk.fo fyri kajakktúrum á Eiði. \nHendan dagin verða 3 túrar á 1 tíma hvør gjørdir. Túrarnir tú kanst velja ímillum eru hesir: \n\n 16:30\n 18:00\n 19:30\n\nMøtistað: vit finna staðið eftir veðrinum\, á Møluni\, íbátahylinum á Eiði\, ella møguliga í bátahylinum við Ljósá. \nPláss er fyri 14 luttakarum á hvørjum túri\, tilmelding er neyðug. \nTilmelding fer fram við at velja ein av túrunum á forsíðuni. Kostnaður er 100 kr per persón. (Børn og vaksin) Vinarliga viðmerk aldurin á barninum um eitt barn verður melda til. \nBørn undir 14 ár bert saman við royndum vaksnum bátarógvara ella kajakkrógvara. Børn sum melda til mugu sjálvi hava vátdrakt. Kajakk.fo veitir svimjivest til børn og vaksin umframt turrdrakt til vaksin.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/10-07-24-kajakkturur-klokkan-1630/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/07/Kajakk-perma.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240707T160000
DTEND;TZID=UTC:20240707T170000
DTSTAMP:20240707T113831Z
CREATED:20240404T124304Z
LAST-MODIFIED:20240707T113831Z
UID:1730-1720368000-1720371600@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:(AVLÝST)Summartónar: Konsert við Elin Brimheim Heinesen
DESCRIPTION:Konsert við Elin Brimheim Heinesen í Kolshøll 7 juli klokkan 16:00. \nELIN BRIMHEIM HEINESEN er kend sum tónaskald og sangari síðani 1970’ini. Hon er solistur\, men hevur spælt saman við fleiri øðrum. Samstarvið við Kára Jacobsen man vera tað best kenda. \nTónleikur hennara er væl umtóktur\, og sangir hjá henni verða roknaðir sum klassikarar í Føroyum. Elin hevur tríggjar dugnaligar tónleikarar við sær á Summartónum – Eyðun Mohr Hansen á gittara\, Edvard Nyholm Debess á bass og Rógva á Rógvi á trummum. \n 
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/summartonar-konsert-vid-elin-brimheim-heinesen/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/04/ElinBrimheimHeinesen_Summarfestivalurin2018_c_copy.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240619T200000
DTEND;TZID=UTC:20240619T210000
DTSTAMP:20240613T105444Z
CREATED:20240613T092449Z
LAST-MODIFIED:20240613T105444Z
UID:1785-1718827200-1718830800@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:"Tær góvu lív" Bókaframløga og fyrilestur
DESCRIPTION:Eiðis kommuna verður vertur fyri áhugaverdum tiltaki\, har bókin Tær góvu lív\, um kvinnur\, sum doyðu í barsilssong\, verður løgd fram. Tiltakið verður í Kolshøll\, mikukvøldið 19. juni klokkan 20:00. \nRigmor Restorf Dam\, søgufrøðingur\, hevur skrivað bókina\, og fer at greiða frá verkætlanini og evninum. Eisini signerar hon bókina\, sum fæst fyri serprís á 300 kr. Drekkamunnur verður at fáa. \nØll eru vælkomin. Ókeypis atgongd.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/taer-govu-liv-bokaframloga-og-fyrilestur/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/06/Rigmor-perma.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240618T193000
DTEND;TZID=UTC:20240618T210000
DTSTAMP:20240612T123851Z
CREATED:20240612T123345Z
LAST-MODIFIED:20240612T123851Z
UID:1792-1718739000-1718744400@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Økistónar fara av bakkastokki
DESCRIPTION:1. oktobur fer nýggja stuðulsskipanin fyri konsertfyriskiparar\, Økistónar\, av bakkastokki og tískil bjóða Tónleikasamband Føroya og Eiðis kommuna inn til eitt tiltak í Kolshøll\, Týsdag 18.Juni kl.19.30\, har greitt verður frá hvussu Økistónar er skrúvað saman\, hvør kann nýta grunnin\, hvussu søkt verður\, osfr. \n\nTiltakið er ætlað øllum\, miðlum\, teimum sum eru áhuga í at skipa fyri konsertum og fólki annars\, sum eru áhuga í tónleiki og mentan kring alt landið. \n\nEisini verður fyrsta Økistónar konsertin framførd við Guðrið Hansdóttir og bólki. \nKolshøll bjóðar drekkamunn í pausuni. \n\nØkistónar – ein skipan\, sum tónleikarar og tónleikaáhugað fara at merkja \n  \nSkipanin eggjar fyriskiparum til økt konsertvirksemi kring alt landið innan øll tónleikasløg. Skipanin tryggjar somuleiðis minstuløn til tónleikarar. \nSíðan Tónleikasamband Føroya varð sett á stovn fyri stívliga tveimum árum síðani\, hava tey arbeitt við at menna skipanina Økistónar. Hetta er gjørt í samstarvi við fólk í tónleikavinnuni\, kommunurnar og landsmyndugleikan. Í oktober í ár fer skipanin so loksins av bakkastokki. \n\nØkt virksemi\, størri trivnaður  \n\nTónleikasamband Føroya væntar\, at Økistónar grundleggjandi fer at broyta tónleikaumhvørvið til tað betra. Grundtankin við skipanini er at geva konsertfyriskiparum betri fíggjarligar fyritreytir at virka undir\, og soleiðis skapa støðugt konsertvirksemi; árið runt\, landið runt.  \nEin stór avbjóðing við livetónleiki í Føroyum er reglusemi. Við øktum virksemi kunnu konsertfyriskiparar hava konsertir regluliga. Náttúrliga skapar hetta avleitt virksemi og fer uttan iva at geva rúmd fyri øktum trivnaði. \nVið øðrum orðum gevur Økistónar føroyskum tónleiki eginleikan at virka økismennandi og samansjóðandi. \nÍ verandi støðu himprast konsertfyriskiparar ofta at bóka konsertir\, sum tey halda eru spennandi\, tí tey ivast í\, um tey megna kostnaðin. Við Økistónum fáa konsertfyriskiparar høvi at taka á seg størri vága\, tá tey bóka nøvn til teirra spælistøð\, tí skipanin tryggjar\, at tónleikarar fáa altíð eina minstuløn. \n\nTónleikasamband Føroya metir sostatt\, at Økistónar eggjar til menning á mongum mótum. Her verður eitt nú hugsað um uppbygingartilgongd\, har miðað verður eftir at skapa eina konsertmentan og eitt reglusemi\, har borgarar í ymsu kommunum kunnu rokna við leveringstrygd og dygd\, og har konsertfyriskiparar orka at halda á\, og tónleikarum er tryggjað ið hvussu er eina minstuløn. \n\nTryggjar løn\, fleiri konsertir og fjølbroytni \n\nØkistónar tryggjar tónleikarum eina minstuløn\, tí stuðulin verður ítøkiliga latin konsertfyriskiparum sum løn til tónleikarar.  Tað verða konsertfyriskiparar\, ið søkja um stuðul til konsertir\, og stuðulin verður latin at rinda sum minstaløn til framførandi tónleikarar; 2.000 krónur fyri hvønn tónleikara\, tó í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvørt tiltak.  \nSkipanin skal somuleiðis gera tað møguligt hjá tónleikarum at ferðast innanlands við teirra tónleiki\, og soleiðis lættari at virka sum skapandi tónleikari her á landi.\nØkistónar fer tann vegin at tryggja fleiri almennar framførslur. \nVið øktum virksemi verður eisini størri rúmd fyri fjølbroytni og einum hægri støði á øllum liðum í føðiketuni.\nVónin er at skapa grundarlag fyri smølum sjangrum\, samstundis sum tann meira siðbundni fólksligi tónleikurin somuleiðis fær eitt tryggari grundarlag at mennast á. \n\nØkismenna og byggja land \n\nTalan er um eina fevnandi skipan. Skipanin íroknar øll øki\, eisini har fólkagrundarlagið ikki er so stórt. Økistónar tekur heldur ikki dagar ímillum\, hvat slag av tónleiki\, talan er um. Høvuðsfyritreytin fyri stuðuli er virkishugur og ítøkiligar ætlanir. \nVið Økistónum metir Tónleikasamband Føroya\, at vit byggja vit land – menturnarliga\, handilsliga og eisini á sosial politiska mótinum. \nHyggja vit at norðanlondum eru skipaninar ymiskar\, men felags fyri øll er\, at tey hava eina slíka skipan\, og hava havt í áratíggju. Tey hava nevnuliga viðurkent\, at skal tónleikurin støðast\, er alneyðugt\, at hann eisini kann virka í høpum\, sum ikki er burturav kommersielt grundað. \nYvirskipað endamál \n\nTónleikasamband Føroya ynskir\, at Økistónar skal fremja hesum endamálum:  \n– tryggja støðugt og økismennandi virksemi og trivna. Sostatt konsertir árið runt\, landið runt  \n– betra um umstøðurnar hjá teimum\, ið málrættað arbeiða við tónleiki í Føroyum\, og tryggja teimum ein pall \n–  betra um møguleikarnar at virka innan smalar tónleikastílar  \n–  stuðla undir margfeldni í føroyska tónleikalívinum \n– eggja til regluligt virksemi og trivnað úti um landið. Fremja nýskapan og íverksetan\, sum er rótfest í tí lokala \n\nSáttmálabundin skipan \n\nAllar Økistóna konsertir skulu vera sáttmálabundnar fyri at tryggja gjøgnumskygni og tryggja\, at pengarnir fara til tey framførandi.  \nSum nevnt verða fyrstu økistóna konsertirnar í oktober í ár\, takka verið góðum samstarvi við Kommunufelagið\, kommunur\, landspolitisku myndugleikarnar og fakfólk við royndum innan júst hetta økið\, her heima\, og í londunum kring okkum. \nFlestu kommunur í landinum eru partur av skipanini\, og kunnu sostatt vænta økt tónleikavirksemi longu til heystar.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/okistonar-fara-av-bakkastokki/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/06/okistonar.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240616T150000
DTEND;TZID=UTC:20240616T160000
DTSTAMP:20240404T121148Z
CREATED:20240404T120551Z
LAST-MODIFIED:20240404T121148Z
UID:1725-1718550000-1718553600@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Summartónar: Konsert í Eiðis kirkju við Salong Trio
DESCRIPTION:Solveig\, Ragnar og Dávur. Saman rópa tey seg Salong Trio. Tey lósu øll saman á kongaliga tónlistaháskúla Danmarkar\, og teirra vinarband er við til\, at tey kennast sera væl\, bæði í persónligum og tónleikaligum høpi. \nKom og hoyr tey spæla verk eftir m.a. A. Pizzolla\, A.K. Petersen\, K. Blak\, og Paula Hansen í Eiðis kirkju. \nSalong Trio telir limirnar: Solveig Kaae Festirstein (floyta)\, Ragnar Festirstein Andreasen (Violin) og Dávur Birgisson.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/summartonar-konsert-i-eidis-kirkju-vid-salong-trio/
CATEGORIES:Summartónar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/04/Salong-Trio.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240601T150000
DTEND;TZID=UTC:20240601T170000
DTSTAMP:20240521T111258Z
CREATED:20240404T114152Z
LAST-MODIFIED:20240521T111258Z
UID:1634-1717254000-1717261200@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Summartónar: Ha-Ha oyggin í Kolshøll
DESCRIPTION:Sum partur av Summartónum 2024\, verður skipa fyri ókeypis barnakonsert í Kolshøll\, leygardagin 1. juni klokkan 15:00. Kom og hoyr um Hamstaran og Háruna\, sum fara eina ferð út á Ha-ha oynna. Um útgávuna verður skrivað soleiðis: \nAbbi\, kanst tú fortelja eina søgu? Soleiðis byrjar søgan um Hamstaran og Haruna\, sum gerast vinir og fara eina ferð til eina oyggj\, tey kalla Ha-Ha oynna. \nÁ veg út á oynna hitta tey Bævurin\, Súluna\, Einar Einabúgva\, Giraffin og Íkornan\, og tey koma heimaftur á einum flúgvandi teppi. \nVit kunnu gleða okkum til eina spennandi framførslu við sangi\, tónleiki og frásøgu. Tey\, sum framføra\, eru: Jákup Veyhe\, Katrina Olsen\, Rán Blak Øster\, Anny Blak\, Benjamin Petersen\, Kristian Blak\, Ari Johannesen\, Mikael Blak\, Per Ingvaldur Højgaard Petersen\, Sharon Weiss\, Angelika Hansen og Daniel Rye. \nKristian Blak hevur skrivað søguna saman við abbadóttrini Rán. Millum tey\, ið hava skapað útgávuna saman við Kristiani\, eru abbabørnini\, Jákup Veyhe\, Anny Blak\, Katrina Olsen\, Benjamin Petersen\, Sharon Weiss\, Mikael Blak\, Ari Johannesen\, Theodor Kapnas og fleiri onnur. \nSangir á útgávuni: 1. Hamstarin  2. Gongulag  3. Kornini  4. Vatntaxabævus  5. Giraffur og íkorni  6. Sólin er eitt lítið hús  7. Einar Einabúgvi  8. Smáttan  9. Vestan fyri Mykines  10. Flúgvandi teppið  11. Vinalag 12. Hamstarin II. \nTekningar: Alexandra I. Blak\, Sharon I. Blak\, Rán Blak Øster\, Anny Blak\, Kristian Blak & Uni Árting. \nSøgan og 12 sangir eru nú innspæld\, og vikuskiftið 17.-18. februar kemur tónleikasøgan út sum LP. Søgan kann tó longu at hoyrast talgilt á Spotify og øðrum tænastum á netinum: lurta her \nKristian Blak hevur gjørt tónleikasøgur fyri – og saman við – børnum í meir enn hálvthundrað ár. Í 2023 bleiv tónleikasøgan Nósi (frá 1983) framførd. Ætlanin var bert at framføra eina ferð\, í januar – men har komu áheitanir at framføra fleiri ferðir alt árið 2023.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/summartonar-ha-ha-oyggin-i-kolsholl/
CATEGORIES:Summartónar
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/04/Design-uden-navn-3.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240512T180000
DTEND;TZID=UTC:20240512T193000
DTSTAMP:20240507T112538Z
CREATED:20240507T101258Z
LAST-MODIFIED:20240507T112538Z
UID:1764-1715536800-1715542200@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Heilsuvika: Play-off hondbóltur í Kolshøll: Norðurmakedónia - Føroyar
DESCRIPTION:Mikukvøldið 8. mai klokkan 19:00 og sunnukvøldið 12. mai klokkan 18:00 spælir føroyska A-landsliðið í hondbólti play-off dystir til HM ímóti Norðurmakedónia. \nKomið og stuðli hondbóltshetjum okkara á teirra leið til HM 2025. \nTiltakið er alment og ókeypis.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/play-off-hondboltur-i-kolsholl-nordurmakedonia-foroyar/
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/05/Design-uden-navn-1.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240509T180000
DTEND;TZID=UTC:20240509T220000
DTSTAMP:20240507T120807Z
CREATED:20240507T114955Z
LAST-MODIFIED:20240507T120807Z
UID:1777-1715277600-1715292000@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Heilsuvika: Badminton fyri øll í Ítróttahøllini
DESCRIPTION:Kristihimmalsferðardag 9. mai\, millum klokkan 18:00 og 22:00 er ítróttahøllin karmur um badminton. Øll\, ið hava hug at royna seg í hesari ítróttagrein eru vælkomin.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/heilsuvika-badminton-fyri-oll-i-itrottahollini/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/05/badminton.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240509T160000
DTEND;TZID=UTC:20240509T160000
DTSTAMP:20240507T112517Z
CREATED:20240507T112502Z
LAST-MODIFIED:20240507T112517Z
UID:1769-1715270400-1715270400@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Heilsuvika: Steypadystur við Margáir
DESCRIPTION:Kristihimmalsferðardag klokkan 16:00 verður steypadystur við Margáir\, har EB/Streymur tekur ímóti Havnar Bóltfelag í dystiunm um at vinna sær pláss í hálvfinaluni. \nGG: Tiltakið stendur sum verandi ókeypis her á síðuni. Atgongumerki fáast við Margáir undan dystinum á kr. 100. 
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/steypadystur-vid-margair/
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/05/Design-uden-navn-2.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240508T190000
DTEND;TZID=UTC:20240508T203000
DTSTAMP:20240507T112607Z
CREATED:20240507T084634Z
LAST-MODIFIED:20240507T112607Z
UID:1756-1715194800-1715200200@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Heilsuvika: Play-off hondbóltur í Kolshøll: Føroyar-Norðurmakedónia
DESCRIPTION:Mikukvøldið 8. mai klokkan 19:00 og sunnukvøldið 12. mai klokkan 18:00 spælir føroyska A-landsliðið í hondbólti play-off dystir til HM ímóti Norðurmakedónia. \nKomið og stuðli hondbóltshetjum okkara á teirra leið til HM 2025. \nTiltakið er alment og ókeypis.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/play-off-hondboltur-i-kolsholl/
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/05/Design-uden-navn-1.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240507T193000
DTEND;TZID=UTC:20240507T210000
DTSTAMP:20240507T112657Z
CREATED:20240507T105620Z
LAST-MODIFIED:20240507T112657Z
UID:1766-1715110200-1715115600@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Heilsuvika: Dart í EB húsinum fyri øll
DESCRIPTION:Sum liður í heilsuvikuni skipar Eiðis dartfelag fyri dart í EB húsinum 7. mai klokkan 19:30. Um hugur er at kasta nakrar pílar eftir at ruddingardagurin er av\, eru øll vælkomin í EB húsið at royna seg.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/dart-i-eb-husinum-fyri-oll/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/05/dart-i-eb-husinum.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240507T170000
DTEND;TZID=UTC:20240507T194500
DTSTAMP:20240507T112637Z
CREATED:20240507T070824Z
LAST-MODIFIED:20240507T112637Z
UID:1752-1715101200-1715111100@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Heilsuvika: Ruddingardagur 2024
DESCRIPTION:Árligi ruddingardagurin í Eiðis kommunu er í ár settur at vera týsdagin 7. mai. \nDagurin byrjar í Hólmanum við fisk og kips til øll\, ið taka lut í ruddingini. Vit møta kl. 17.00. Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17.45 til uml. Kl. 20.00. \nDagurin endar uml. kl. 19.45. Øll\, ið hava luttikið í ruddingini savnast aftur í Hólmanum til ein kaffimunn og saft til børnini. Vit vilja sum kommuna verða við til at byrta upp undir hjá hvørjum borgara at gera sítt til\, at halda kommunu reina og ruddiliga. \nÚtflýggjaðir verða ruskposar og handskar á staðnum\, har byrjað verður\, sum fólk kunnu taka við sær. \nVit vóna\, at tikið verður væl ímóti.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/ruddingardagur-2024/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/09/abc_bannari.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;VALUE=DATE:20240507
DTEND;VALUE=DATE:20240508
DTSTAMP:20240416T125220Z
CREATED:20240125T133535Z
LAST-MODIFIED:20240416T125220Z
UID:1544-1715040000-1715126399@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Ruddingardagur
DESCRIPTION:Týsdagin 7. mai skipar Eiðis kommuna fyri árliga ruddingardegnum. Vit vilja sum kommuna verða við til\, at byrta upp undir hjá hvørjum borgara at gera sítt til\, at halda kommunu reina og ruddiliga. \nNærri kunning um tiltakið kemur seinni.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/ruddingardagur/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/01/RD-24-perma.jpeg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240506T000000
DTEND;TZID=UTC:20240513T000000
DTSTAMP:20240416T124038Z
CREATED:20240206T111836Z
LAST-MODIFIED:20240416T124038Z
UID:1552-1714953600-1715558400@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Heilsuvikan 2024
DESCRIPTION:Í viku 19 verður skipa fyri heilsuviku í Eiðis kommunu. Nærri kunning kemur seinni.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/heilsuvika-i-viku-19/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/02/Heilsuvikan-24-perma.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20240409T200000
DTEND;TZID=UTC:20240409T210000
DTSTAMP:20240320T150708Z
CREATED:20240320T143426Z
LAST-MODIFIED:20240320T150708Z
UID:1678-1712692800-1712696400@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Kierkegaard í Kolshøll
DESCRIPTION:Týskvøldið 9. apríl klokkan 20.00 heldur Jákup Bogi Joensen\, journalistur og filosoffur\, fyrilestur undir heitinum: Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanin av hansara heimspeki. \nFyrilesturin fer afturum nøkur av teimum mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir\, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina\, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran. \nJákup Bogi Joensen hevur skrivað serritgerð á Aalborg Universiteti um heimspekina hjá Søren Kierkegaard og hugtakið úrvóning\, ella “fortvivlelse”. \nEftir fyrilesturin verður høvið at seta spurningar.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/kierkegaard-i-kolsholl/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2024/03/Soren_Kierkegaard_1813-1855_-_cropped.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20231212T170000
DTEND;TZID=UTC:20231212T180000
DTSTAMP:20231207T110715Z
CREATED:20231207T105135Z
LAST-MODIFIED:20231207T110715Z
UID:1518-1702400400-1702404000@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Jólakonsert í Kolshøll Týsdagin 12. Desember
DESCRIPTION:Norðljómur skrivar: \nTónlistaskúlin Norðljómur hevur Jólakonsert. Luttakandi eru 2 nýggj skúlaorkestur við blásararum og trummuslátti. Hitt orkestrið luttaka Klaver\, guitar og trummir. \nÁ konsertini spæla eisini einstaklingar á onnur ljóðføri. \nØll eru vælkomin at lurta. \nKonsertin byrjar klokkan 17:00
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/jolakonsert-i-kolsholl-tysdagin-12-desember/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/12/Nordljomur-perma.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20231203T170000
DTEND;TZID=UTC:20231203T180000
DTSTAMP:20231120T143419Z
CREATED:20231120T131719Z
LAST-MODIFIED:20231120T143419Z
UID:1483-1701622800-1701626400@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Jólatræið verður tendrað
DESCRIPTION:Sunnudagin 3. december klokkan 17:00 verður Jólatræið í Eiðis kommunu tendrað á Vaglinum. \nJonhard Jógvansson\, prestur\, sigur frá søgu og Eiðis ljómfelag spælir. \nJólamenn koma við pakkum til børnini. \nAftaná bjóðar Eiðis kommuna bollar og kakao.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/jolatraeid-verdur-tendra/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/11/151251.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20231118T200000
DTEND;TZID=UTC:20231118T210000
DTSTAMP:20231113T092008Z
CREATED:20231113T090724Z
LAST-MODIFIED:20231113T092008Z
UID:1490-1700337600-1700341200@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Konsert við Marjun Wolles í Kolshøll
DESCRIPTION:NB: Av tí at atgongumerki ikki vera seld her á síðuni\, stendur tiltakið sum verandi ókeypis. Atgongumerkini kosta 150 krónur og fáast við dyrnar og á leinkjuni niðanfyri.  \nLeygarkvøldið 18. november kl.20.00 framføra Marjun Wolles og Hans Olivur Joensen sangir av fløguni “Stjørnuløtur\, kærleikin gloymir ei” og aðrar vælkendar føroyskar sangir í Kolshøll á Eiði. \nAtgongumerki fáast við dyrnar\, og við at fylgja hesi leinkjuni. Atgongumerki kosta 150 krónur. \nNØKUR TILBOÐ verða í samband við konsertina og eru at fáa á heimasíðuni (www.marjunwolles.com) og á staðnum.\n\nTilboð 1: \nAtgongumerki + 1 stk. “Stjørnuløtur\, kærleikin gloymir ei” fyri einans 350\,- \n\n\nTilboð 2: \nAtgongumerki + geymi “Stjørnuløtur\, kærleikin gloymir ei” fyri einans 250\,- \n\n\nTilboð 3: \nFløgan “Stjørnuløtur\, kærleikin gloymir ei” einans 200\,- vanligur prísur 330\,- \n\n\nTilboð 4: \nGeymin “Stjørnuløtur\, kærleikin gloymir ei” einans 100\,- vanligur prísur 150\,- \n\n 
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/konsert-vid-marjun-wolles/
ATTACH;FMTTYPE=image/png:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/11/Marjun-Wolles.png
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20231116T180000
DTEND;TZID=UTC:20231119T180000
DTSTAMP:20231114T104205Z
CREATED:20230320T095435Z
LAST-MODIFIED:20231114T104205Z
UID:974-1700157600-1700416800@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Skifti 2023: Mistela og hennara íblástur á Eiði
DESCRIPTION:Hóskvøldið 16. novembur klokkan 18 til sunnukvøldið 19. novembur klokkan 18 verður Kolshøll á Eiði karmur um nakað av tí\, ið mentanarlívið og listafólk við tilknýti til Eiðis\, kunnu vísa fram. \nEin framsýning er allar dagarnar við málningum og list hjá Sigrun Gunnarsdóttir\, Ellindi Egilstrøð og Onnu Sofíu Egilstrøð. \n\n  \nHarafturat verður ein installatión\, við íblástri frá Elizabeth Taylor.\n  \n\nOpið er soleiðis: \nHóskvøldið 16. novembur frá kl. 18 til 22. \nFríggjadagin 17. novembur frá kl. 14 til 22. \nLeygardagin 18. novembur frá kl. 12 til 20. \nSunnudagin 19. novembur frá kl. 14 til 18. \nSkráin fyri tiltakið: \n\nHóskvøldið 16. novembur kl. 19 setir Annsy Høghamar\, borgarstjóri tiltakið og Lis Mortensen greiðir frá um Elizabeth Taylor. Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð framførður. Aftaná verður filmurin Heartist um Sigrun Gunnarsdóttir sýndur fram.\nFríggjakvøldið 17. novembur kl. 20 er tað Dansifelagið á Látrinum\, ið greiðir frá um føroyskan dans á Eiði\, og farið verður uppá gólv.\nLeygardagin 18. novembur kl. 10 Borgaraverkstova um mentan og list á Eiði\, og kl. 14 spælir Eiðis Ljómfelag. Klokkan 20:00 er konsert við Marjun Wolles. Kostnaður fyri konsertina er 150 krónur. Atgongumerki kann keypast her\n\nFramsýningin og installatiónin er allar dagarnar\, tá opið er\, og tað ber til at fáa ein kaffimun og bert sita og njóta løtuna í Kolshøll. \nFyriskiparar av tiltakinum eru Anna Sofía og Ellindur Egilstrøð. \n  \n\nHer sæst Elizabeth Taylor í báti saman við Oliver Øster. (Ùr Eiðis søgu\, síða 69.) \n  \n 
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/skifti-2023-mistela-og-hennara-iblastur-a-eidi/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/10/thumb_Elizabeth-Taylor-2.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20231111T183000
DTEND;TZID=UTC:20231112T040000
DTSTAMP:20231108T110506Z
CREATED:20231028T190412Z
LAST-MODIFIED:20231108T110506Z
UID:1329-1699727400-1699761600@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:30-ára veitsla hjá EB/Streymi
DESCRIPTION:Kom við til 30-ára veitsluna hjá EB/Streymi\, sum verður í Hólmahúsinum á Eiði leygarkvøldið 11. november kl. 18.30. Til veitsluna verður vælkomudrykkur og 3-rætta matskrá. \nBorðhaldið verður stýrt av Eiriki í Jákupsstovu\, meðan Hans Olivur Joensen kemur at leiða felagssangin. Ymiskt undirhald verður á skránni. \nEftir borðhaldið verður dansur við Bacon. \n 
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/30-ara-veitsla-hja-eb-streymi/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/10/eb-streyms-veitsla.jpeg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20231027T200000
DTEND;TZID=UTC:20231027T213000
DTSTAMP:20231025T094504Z
CREATED:20230816T084352Z
LAST-MODIFIED:20231025T094504Z
UID:1103-1698436800-1698442200@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Konsert við Herborg Torkilsdóttir og Ólavi á Váli v/bólki
DESCRIPTION:Fríggjakvøldið 27. Oktober verður konsert í Kolshøll við Herborg Torkilsdóttir og Ólavi á Váli v/bólki. Kom og hoyr tey spæla sínar kendu sangir sum hava verið sera nógv at hoyrt seinastu árini. Konsertin byrjar klokkan 20.00. Atgongumerki fáast til keyps her og við dyrnar undan sýning. Kostnaðurin er kr. 200. Um ætlanin er at keypa atgongd við dyrnar er neyðugt at hava reiðan pening við. \n 
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/konsert-vid-herborg-torkilsdottir-og-olavi-a-vali-v-bolki/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/08/olavurogherborg.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20231009T000000
DTEND;TZID=UTC:20231015T000000
DTSTAMP:20230927T084154Z
CREATED:20230328T092705Z
LAST-MODIFIED:20230927T084154Z
UID:1022-1696809600-1697328000@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Heystfagnaður 2023
DESCRIPTION:Heystfagnaðurin á Eiði fyllir 10 ár!\n\nÁ skránni verður mangt\, ið hevur við heystið at gera\, og tað verður við støði í seyðahaldi\, fletting\, siðsøgu og landbúnaði\, at tiltakið enn einaferð fer av bakkastokki. \nÁ skránni verður millum annað at gita livandi vekt á veðrið\, hespu kapping\, rullu- og kjøtpylsu smakking\, sofaprát og verkstaðir til børn og barnsligar sálir\, eins og besti flettari verður funnin. \nSeyðurin og alt\, ið fæst burturúr seyði\, verður sett í miðdepilin. Stóri dagurin er leygardagurin\, men dagarnar frammanundan og eftir verða eisini onkur tiltøk. \nMeira verður at frætta um skránna til tiltakið seinni. \n\nGleði tykkum!
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/heystfagnadur-2023/
CATEGORIES:Heystfagnaður
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/03/Heystfagnadur.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20231003T170000
DTEND;TZID=UTC:20231005T210000
DTSTAMP:20230927T124246Z
CREATED:20230927T100104Z
LAST-MODIFIED:20230927T124246Z
UID:1224-1696352400-1696539600@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:ABC vikan á Eiði
DESCRIPTION:Afturvendandi ABC vikan\, ið leggur dent á sálarliga heilsuna hjá føroyingum\, fevnir í ár um tvey tiltøk í Eiðis kommunu. Evnið fyri ársins ABC viku er “Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”. \nFyri Eiðis kommunu hevur tað alstóran týdning\, at borgarar okkara trívast. Ein stórur partur av tí at trívast\, er at hava tað gott sálarliga og at kenna seg hoyra til. \nTað er við hesum í huga\, at Eiðis kommuna\, saman við Fólkaheilsuráðnum\, skipar fyri hesum tiltøkum: \nTýsdagin 3. oktober frá klokkan 17.00-18:00\, verður fiskikapping fyri børn á keiini á Eiði. Vinningur verður latin til tann\, sum fær tyngsta fiskin. \nHósdagin 5. oktober verður bindiklubbur á Látrinum. \nKom við í bindiklubb! Ung sum gomul\, takið stokkarnar við. Vit savnast á Látrinum\, til eina hugnaliga løtu við stokkum og einum góðum práti. Sjálvandi verður kaffi og køka eisini at fáa. \nBindiklubburin er frá klokkan 19.00-21.00. Bæði tiltøkini eru ókeypis.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/abc-vikan-a-eidi/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/09/abc_bannari.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20231003T170000
DTEND;TZID=UTC:20231003T180000
DTSTAMP:20230927T164624Z
CREATED:20230927T111008Z
LAST-MODIFIED:20230927T164624Z
UID:1231-1696352400-1696356000@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:ABC fyri sálarheilsu: Fiskikapping fyri børn
DESCRIPTION:Týsdagin 3. oktober verður skipa fyri fiskikapping fyri børn á keiini á Eiði.  Byrjað verður klokkan 17:00 og fiska verður í áleið ein tíma. Kom og royn teg sum fiskara! \nVinningur verður latin til tann\, sum fær tyngsta fiskin! Foreldur hava ábyrgd av børnum sínum.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/abc-fyri-salarheilsu-fiskikapping-fyri-born/
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/09/fishing-in-the-morning.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20230802T200000
DTEND;TZID=UTC:20230802T210000
DTSTAMP:20230710T071751Z
CREATED:20230320T143704Z
LAST-MODIFIED:20230710T071751Z
UID:1006-1691006400-1691010000@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Summartónar: Konsert við Jón Festirstein
DESCRIPTION:Mikukvøldið 2. august klokkan 20:00 verður violinkonsert í Eiðis kirkju við Jón Festirstein. \nFO \nJón er sera dugnaligur violinleikari\, sum varð útlærdur á kongaliga danska tónlistaháskúlanum í 2012. Eftir nøkur ár sum fríyrkistónleikari í Danmark flutti Jón heim til Føroya\, fyri at starvast sum tónleikalærari og tónleikari. Jón Festirstein spælir við Aldubárini\, umframt at hann er limur í Føroya symfoniorkestri. Konsertin byrjar klokkan 20:00. \nEN \nJón Festirstein is a Faroese violinist and started his musical training in Tórshavnar Musikkskúla with Sámal Petersen as his teacher. Jón graduated from the Royal Danish Academy of Music in 2012 under professor Serguei Azizian. Having working as a freelance musician in Denmark\, Jón decided to move back to the Faroes to work as a music teacher and musician. Jón is a member of the contemporary music ensemble Aldubáran and a member of the Faroese Symphony Orchestra.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/summartonar-konsert-vid-jon-festirstein/
CATEGORIES:Summartónar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/03/JonF.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20230620T200000
DTEND;TZID=UTC:20230620T210000
DTSTAMP:20230619T091702Z
CREATED:20230320T141518Z
LAST-MODIFIED:20230619T091702Z
UID:995-1687291200-1687294800@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Summartónar: Konsert við Kristian Blak
DESCRIPTION:Týskvøldið 20. juni klokkan 20:00 verður ókeypis klaverkonsert í Kolshøll við Kristian Blak. \n\nKristian Blak er virkin innan fleiri tónleikasløg eins og fleiri tónleikafeløgum. Hann skrivar tónleik til klassiska tónleikarar og bólkar. Hann ferðast kring heimin sum tónleikari við egnum jazz\, fólka og heimstónleikabólkum. Nú kemur hann í Kolshøll at framføra sín tónleik. Týskvøldið 20. juni klokkan 20:00. \n 
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/summartonar-konsert-vid-kristian-blak/
CATEGORIES:Summartónar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/03/Kristian-Blak-mynd.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20230615T200000
DTEND;TZID=UTC:20230615T210000
DTSTAMP:20230612T070955Z
CREATED:20230320T131945Z
LAST-MODIFIED:20230612T070955Z
UID:989-1686859200-1686862800@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Summartónar: Konsert við Sigmund Zachariassen
DESCRIPTION:Hóskvøldið 15 juni verður ókeypis konsert við Sigmund Zachariassen í Kolshøll. \nEin samanrenning av blús\, rokk\, og einum glimti av kountri\, er nøkunlunda tað sum hoyrist tá Sigmund framførur. Eitt ljóð ið er bæði gamalt og beint nú. \nSigmund er eisini kendur úr fleiri ørðum samanhangum. Hann spælir millum annað við í Joe & The Shitboys\, Kóboykex\, og Ranchus. \nÍ seinastuni hevur hann fingist við nýggju útgávuna ”The Everlasting Pump”. \nKonsertin byrjar klokkan 20:00.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/summartonar-konsert-vid-sigmund-zachariassen/
CATEGORIES:Summartónar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/03/Sigmund-Zachariasen.jpg
END:VEVENT
BEGIN:VEVENT
DTSTART;TZID=UTC:20230615T200000
DTEND;TZID=UTC:20230615T210000
DTSTAMP:20230613T083049Z
CREATED:20230220T135802Z
LAST-MODIFIED:20230613T083049Z
UID:940-1686859200-1686862800@www.eidistiltok.fo
SUMMARY:Summartónar á Eiði
DESCRIPTION:Í samband við tónleikafestivalin Summartónar\, vera tríggjar konsertir á Eiði\, avíkavist 15. juni\, 20. juni og 2. august. Konsertirnar 15. juni og 20. juni vera í Kolshøll\, meðan hin triðja verður í Eiðis kirkju. Tað er Felagið Føroysk Tónaskøld\, sum stendur fyri árliga tónleikafestivalinum. \nFestivalurin bjóðar alskyns konsertir kring allar Føroyar. Hetta er fyrstu fer\, at festivalurin er á Eiði. Konsertinar eru við Sigmund Zachariassen \, Kristian Blak og Jón Festirstein. Allar konsertirnar eru ókeypis og byrja klokkan 20:00.
URL:https://www.eidistiltok.fo/tiltak/summartonar-i-kolsholl/
CATEGORIES:Summartónar
ATTACH;FMTTYPE=image/jpeg:https://www.eidistiltok.fo/wp-content/uploads/2023/05/331492559_187494013914675_4876379382676032538_n.jpg
END:VEVENT
END:VCALENDAR